Putin hevur einki ímóti at Ukraina verður limur ES

ES er ikki sum Nato ein hernaðarsamgonga, vísir Putin á, sum einki hevur ímóti ukrainskum ES limaskapi

Russiski forsetin, Vladimir Putin, helt røðu í Sankta Pætursborg á Altjóða Búskaparliga Forum. - Foto: Olga Maltseva/Ritzau Scanpix

Russland hevur einki ímóti, at Ukraina møguliga verður limur í ES.

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, í gjár í eini røðu í Sankta Pætursborg.

Hetta segði hann eftir at ES nevndin fyrr í gjár tilnevndi Ukraina at gerast valevni til samgonguna.

– Vit hava einki ímóti tí. Tað er teirra sjálvstøðuga avgerð, um tey vilja við í búskaparligu samgonguna ella ikki, segði Putin.

– Tað er teirra søk, tað er ein søk fyri ukrainska fólkið, legði hann afturat.

Russland, sum gjørdi innrás í Ukraina 24. februar og síðani hevur ført kríggj í landinum, tekur frástøðu frá ynskinum hjá Ukraina um at gerast limur í verjusamgonguni Nato, sum russiska stjórnin metir sum eina hóttan.

Men »hvat viðvíkur ynski Ukraina um búsparligar samgongur, er teirra val«, segði Putin.

– ES er ikki ein hernaðarsamgonga – í mun til Nato, segði russiski forsetin.

Putin heldur tó, at um Ukraina fer víðari við sínum limaskapi í ES, so fer landið »at vera ein semikoloni« undir londum í vesturheiminum.

– Tað er mín meining, sigur hann.

Ein sonevnd semikoloni er eitt land, sum alment er sjálvstøðugt, men sum í veruleikanum er undir útlendskum valdi.

Á tíðindafundi í Brússel fyrr fríggjadagin segði forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, at nevndin viðmælir Ukraina sum lim í ES. Tað er tó við óvísum treytum um nýskipanir.

– Ukraina hevur uppiborið eitt evropiskt perspektiv. Landið eigur at vera vælkomið sum limaland. Tað er tó við teirri fatan, at nógv er gjørt, men at nógv enn manglar at gera, segði Ursula von der Leyen.

Tað er í síðsta enda ES limalondini, sum gera av, um eitt land skal hava status sum kandidatland. Tað skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES gera av eftir ætlan á toppfundi í Brússel í næstu viku.

/ritzau/AFP

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, helt røðu í Sankta Pætursborg á Altjóða Búskaparliga Forum. - Foto: Olga Maltseva/Ritzau Scanpix