Putin hevur knúst friðin í Evropa

- Nato-lond rinda prísin fyri hjálpina til Ukraina við pengum, meðan Ukraina rindar prísin ímóti russiska hersetingarvaldinum við blóði, sigur Jens Stoltenberg.

Nato-aðalskrivarin helt gjáramorgunin eina talu á einari ráðstevnu um trygd í Týsklandi. Her segði hann, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur knúst friðin í Evropa, sum hann málbar seg.

 

Jens Stoltenberg segði, at vesturheimurin má halda fram við at stuðla Ukraina. Hann segði, at ukrainska stríðið móti hersetingarvaldinum saman við stuðlinum hjá Nato er hetjukent.

- Hetta eru truplar tiðir hjá menniskjum í stórum pørtum av heiminum - við øktum livikostnaði og øktum prísum á mati og orku.

 

Aðalskrivarin segði, at Nato-lond rinda prísin fyri hjálpina til Ukraina við pengum, meðan Ukraina rindar prísin ímóti russiska hersetingarvaldinum við blóði.

 

Jens Stoltenberg segði, at um einaræðisstjórnir síggja, at tað loysir seg við kríggi, koma vit øll at rinda ein nógv hægri prís.

 

- Tá verður heimurin nógv vandamiklari hjá okkum øllum. So, besti hátturin at varðveita heimsfriðin er at stuðla Ukraina.

 

Nato-aðalskrivarin segði seg vænta, at øll Nato-lond fara at halda fram við at stuðla Ukraina, samstundis sum londini halda fram við at styrkja felags verjuna.