Putin kann hava mist helvtina av sínum stríðsvognum

Tað er ein kelda í amerikanska verjumálaráðnum, Celeste Wallander, sum ber hesi tíðindi.

Amerikanskir myndugleikar halda, at russiski forsetin, Vladimir Putin, kann hava mist helmingin av sínum stríðsvognum í Ukraina.

 

Hesir eru mistir í bardøgum við ukrainskar herdeildir, umframt at ukrainar hava tikið eitt stórt tal av stríðsvognum, tá teir hava rikið russar aftur.

 

Tað er ein kelda í amerikanska verjumálaráðnum, Celeste Wallander, sum ber hesi tíðindi, og hon er skrivari í altjóða trygdarmálum í Pentagon.

 

Hon nevndi tó einki ítøkiligt tal yvir mistar russiskar stríðsvognar, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør. 

 

Celeste Wallander kom við sínari útsøgn, nú Ukraina fyrireikar seg til at taka ímóti nøkrum hundrað stríðsvognum úr vesturheiminum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

##med2##

 

 

 

Celeste Wallander starvast í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon.