Putin koyrdi eftir Krim-brúnni

Í dag koyrdi hann í einum Mercedes eftir brúnni, og tað var varaforsætisráðharrin, Marat Khusnullin, sum greiddi forsetanum frá.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, koyrdi í dag eftir Krim-brúnni, eftir at ein sterk spreinging var á brúnni í heyst.

 

Krim-brúgvin knýtir Krim-hálvoynna, sum russar tóku frá Ukraina í 2014, til russiska meginlandið.

 

Tað var hin 8. oktober í ár, at ein ógvuslig spreinging var á brúnni, sum fekk stórar skaðar.

 

Trý fólk lótu lív í hørðu spreingingini.

 

Vladimir Putin var skjótur at leggja skyldina fyri atsóknina á Ukaina.

 

Í dag koyrdi hann í einum Mercedes eftir brúnni, og tað var varaforsætisráðharrin, Marat Khusnullin, sum greiddi forsetanum frá.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.