Putin lovar at stuðla Gaza hóast egið kríggj í Ukraina

Russiski forsetin fer í dag at hava vinarligan fund við leiðaran í palestinsku myndugleikunum, Mahmoud Abbas.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur lógvatak við Mahmoud Abbas, leiðara fyri palestinska sjálvstýrið, í Moskva. - Mynd: Aleksej Maisjev/Reuters

Hóast Russland førir kríggja í sínum egna grannalag, so hevur tað ikki gloymt palestinar í Gaza.

Tað vissar forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, á fundi við Mahmoud Abbas, sum er leiðari fyri palestinska sjálvstýri.

Hetta skrivar almenna russiska tíðindastovan Tass.

- Øll vita, at í dag noyðist Russland tíverri at verja síni áhugamál, verja sítt fólk við vápnaførslu. Men vit eru tilvitað um, hvat hendir í Miðeystri - í Palestina, sigur Putin.

Fundurin millum teir báðar leiðararnar verður í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

Russiski forsetin sigur, at Russland sær við "stórari sorg og stúran" upp á humaniteru kreppuna, sum gongur fyri seg í Gaza.

- Sum kunnugt hava vit sent 700 tons av ymsum vørum (til Gaza, red.), og vit gera okkara ítarsta fyri at nýta allar møguleikar at stuðla palestinarum, sigur Putin sambært Tass.

Kríggið í Gaza brast á, eftir at palestinska rørslan Hamas leyp á Ísrael í oktober í fjør. 

Undir krígnum hevur ávarað verið um stórt trot á mati og reinum drekkivatni í palestinska økinum.

Higartil eru nærum 40.000 palestinar deyðir í krígnum, boðaðu heilsumyndugleikarnir í Gaza, sum Hamas hevur eftirlit við, frá í dag.

Á fundinum í Moskva leggur Mahmoud Abbas dent á, at palestinar hava eitt tætt samband við Russland, sum aftur hevur fingið køldu økslina at kenna frá flestu vesturlendskum londum orsakað av innrásini í Ukraina.

- Harra forseti, tað er mær altíð ein stór gleði at tosa við teg og at samráðast við teg. Vit trúgva upp á tykkum og hava álit á tykkum, vit kunnu føla tykkara stuðul. Vit eru við tykkum, og vit vóna, at tað altíð verður so.

- Vit føla, at Russland er ein av bestu vinunum hjá palestinska fólkinum, sigur Mahmoud Abbas, sambært Tass.

Meðan Russland frammanundan gav fatan av at hava eitt javnvigað viðurskifti við Ísrael og palestinar, hevur landið undir krígnum í Gaza eftir øllum at døma flutt seg nærri palestinarum - eisini Hamas - og longur burtur frá Ísrael.

Mahmoud Abbas umboðar ikki Hamas í Gaza, men palestinska sjálvstýrið, sum hevur heimstað á Vestara áarbakka.

 

/ritzau/

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur lógvatak við Mahmoud Abbas, leiðara fyri palestinska sjálvstýrið, í Moskva. - Mynd: Aleksej Maisjev/Reuters