Putin og Scholz hava tosað saman í dag

Sambært Reuters mælti Vladimir Putin týska kanslaranum til at eftirmeta sína støðu til kríggið.

Russiski forsetin, Vladimir Putin og týski kanslarin, Olaf Scholz, hava tosað saman í telefon fyrrapartin í dag.

 

Í samrøðuni skal russiski forsetin hava sagt, at tað er "oyðileggjandi", soleiðis sum vesturheimurin sær kríggið í Ukraina.

 

Sambært Reuters, sum sigur seg endurgeva Kreml, mælti Vladimir Putin týska kanslaranum til at eftirmeta sína støðu til kríggið.

 

Russiski forsetin skal í morgun hava sagt, at allur stuðul til Ukraina, bæði politiskur og fíggjarligur, forðar fyri samráðingum millum londini.

 

Fyrr í dag varð Kreml endurgivið fyri at siga, at Vladimir Putin er opin fyri samráðingum - um hesar ganga ynskjunum hjá Russlandi á møti.

 

- Vladimir Putin er opin fyri samráðingum við allar partar fyri at tryggja áhugamál Russlands, segði ein talsmaður hjá Kreml í morgun.