Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, var sambært russisku fjølmiðlunum ógvuliga rørdur, tá hann í kvøld staðfesti, at hann hevur vunnið forsetavalið í dag.
-Eg lovaði tykkum at vit fóru at vinna, og vit hava vunnið, segði Putin við fleiri túsund viðhaldsfólk í Moskva í kvøld. Hann gjørdi samstundis greitt, at hann og hansara viðhaldsfólk høvdu vunnið á teimum, sum hava sett sær fyri at oyðileggja tann russiska statin og at útvega sær vald.
Forsagnirnar vísa, at Putin hevur vunnið ein greiðan sigur. Tá 30 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði hann fingið 63,4 prosent. Næsti kappingarneytin hevði tá fingið millum 17 og 20 prosent.
Tað almenna valúrslitið kemur eina ferð í morgin.