Russiski forsetin, Vlademir Putin, hevur í dag skrivað undir eina lóg, sum setir úr gildi eina skipan við einføldum máta at geva visum til fólk úr fleiri londum, teirra millum danska kongaríki, sum eisini rakar føroyingar.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Ítøkiliga snýr tað seg um ond, sum av Russlandi vera mett sum »óvinarlig«, tí tey hava sett í gildi tiltøk ímóti Russlandi.
Reuters skrivar, at tað snýr seg um »nøkur ES-lond«, teirra millum Danmark – og eisini Noreg, Sveis og Ísland.
Hóast Føroyar ikki hava sett tiltøk í verk ímóti Russlandi, so eru vit fevnd av russisku revsingini, tí vit eru danskir ríkisborgarar.
Eingin kennir beinleiðis avleiðingarnar av nýggju lógini. Ritzau hevur spurt danska uttanríkisráðið um at fáa at vita, hvussu støðan er við visumstøðuni við Russland.
Danmark hevur 5. mars sett úr gildi partar av visumskipan millum Danmark og Russland fyri russiskar ríkisborgarar. Tað sæst á síðani nyidanmark.dk.
Á heimasíðuni hjá donsku sendistovuni í Moskva, sum er dagførd 30. mars, stendur, at Russland ikki hevur sett innferðarbann ímóti Danmark, men nýggjar reglar kunnu setast í gildi við stuttari fráboðan.
Men danskir myndugleikar mæla frá ferðum til alt Russland:
– Russland hevur sett í verk eina hernaðarliga innrás í Ukraina. Ógvuliga høgur trygdarvandi, stendur á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum.
Russiska uttanríkisráðið segur eisini, at settar verða persónligar innferðaravmarkingar í verk ímóti ávísum útlendingum.
Tað snýr seg um »útlendskar borgarar og ríkisleys, sum hava verið óvinarlig ímóti Russlandi, tess borgarum ella løgfrøðiligum eindum«, upplýsir ráðið sambært Ritzau.
Í síðsta mánaði gjørdi russiska stjórin ein lista við sonevndum óvinarligum londum, teirra millum USA, Kanada, Bretland, ES londini og Ukraina.
Tað var 24. februar, at Russland byrjaði innrásina í Ukraina. Síðani hava lond í vesturheiminum sett umfatandi revsitiltøk í verk ímóti Russlandi.
/ritzau/