Russiska útvarpsstøðin Ekko vil vera við, at Vladimir Putin, forseti, er komin til eina loysn, sum skal tryggja honum møguleikan at halda fram í forsetaembætinum Sambært útvarpsstøðini skulu Russland og Hvítarussland leggjast saman í eitt nýtt sambandsríki. Tað ber millum annað í sær, at tingini í Moskva og Minsk verða løgd saman, og hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, verður formaður í samanlagda tinginum.
Ein onnur avleiðing er, at forsetavalið í Russlandi verður avlýst, og at Vladimir Putin kann halda fram sum forseti í nýggja sambandsríkinum, sigur Ekko.
Kreml hevur víst tíðindunum aftur og kallar tey beran heilaspuna. Men Ekko heldur uppá, at hald er í teimum, og at avtalan um samanlegging verður undirskrivað, tá Putin fer til Hvítarusslands at vitja í næstu viku.