George W. Bush og Vladimir Putin skulu nú royna at bøta um viðurskiftini landanna millum. Umleið 1.000 fólk vóru komin saman uttan fyri frítíðarbústaðin hjá George W. Bush, forseta fyri at vísa gesti hansara, Vladimir Putin, at tey eru ikki nøgd við viðurskiftini í Russlandi.
Viðurskiftini millum teir báðar stórveldaleiðararnar hava ongantíð verið so vánalig sum nú, men í dag og í morgin skulu teir royna at bøta um tey.
Millum spurningarnar, sum teir báðir viðgera, eru amerikanska rakettverjuætlanin, støðan hjá Kosovo og amerikanska misnøgdin við tey demokratisku viðurskiftini í Russlandi.