Putin væntar semju

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur framvegis góðar vónir um, at tað fer at bera til at fáa semju til Iran um ta umstríddu kjarnorkuverkætlanina hjá iransku stjórnini.

Russiska stjórnin hevur skotið upp, at Russland og Iran byggja eitt kjarnorkuverk í felag, og at alt arbeiði við at ríka uran til verkið skal gerast í Russlandi. Hesum taka londini í Vesturheiminum undir við, men iranska stjórnin krevur framvegis, at uranið skal ríkast í Iran. So seint sum mánadagin segði iranski uttanríkisráðharrin, Manouchehr Mottaki, at landið vil hava somu rættindi sum onnur lond til at útvega sær kjarnorku til friðarlig endamál, og at eingin skal leggja landinum forðingar í vegin.

Kortini væntar Vladimir Putin, at Iran fer at slaka, tá saman um kemur. Á einari vitjan í Ungarn í gjár segði hann, at russiska stjórnin hevur góðar vónir um semju við Iran, og at partarnir hava gjørt framstig í samráðingunum teir seinastu dagarnar. USA og hini londini vestanfyri hava sagt, at tey eru sinnað at geva Russlandi ein møguleika at loysa stríðið um iransku kjarnorkuverkætlanina.