Vladimir Putin vil oyðileggja Ukraina

- Tað einasta, sum Vladimir Putin hugsar um, er at oyðileggja Ukraina, sigur týski uttanríkisráðharrin.

Týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, vendir sær við hvøssum atfinningum móti russiska forsetanum í einari útsøgn í dag.

 

Tað er tíðindastovan Reuters, sum ber hesi tíðindi.

 

- Tað einasta, sum Vladimir Putin hugsar um, er at oyðileggja Ukraina, sigur hon.

 

Útsøgnin er borin fram undir einari vitjan hjá týska uttanríkisráðharranum í Portugál.

 

Annalena Baerbock heldur tað vera týdningarmikið, at vesturheimurin heldur fram við at lata vápn til Ukraina.

 

- Endamálið við stuðlinum er, at Ukraina kann verja seg sjálvt og sínar íbúgvar, sigur uttanríkisráðharrin.

 

Hon vísti á, at bæði Týskland og ES gjørdu alt tað, tey megnaðu í royndini at forða fyri krígnum.

 

- Men, russiski forsetin var avgjørdur um, at hann skuldi leypa á, segði Annalena Baerbock í Portugál í dag.