Fyri fýra árum síðan lat Hallur Poulsen í Norðragøtu handil upp eystan fyri fótbóltsvøllin í Norðragøtu. Í mai í ár keypti Petur Eirik Djurhuus helvtina av hesum handli. Hin eigarin er Hallur Poulsen. Petur Eirik eigur annars eisini PE í Havn, ið hevur eina deild í Stoffalág og eina á Argjum. PW í Norðragøtu fór fyri stuttum somu leið sum hinir handlarnir hjá Petur Eiriki og gjørdist partur av Samkeypi. Tá ið avgerðin um at fara upp í Samkeyp varð tikin, var tað serliga marknaðarføringin, ið var orsøkin. Í Norðragøtu eru vit nú við í øllum teimum góðu tilboðunum, sum Samkeyp hevur á skránni, og eg veit av royndum, at tey eru góð, staðfestir Petur Eirik, ið alt fyri eitt upplivdi at fleiri kundar komu á gátt, tá ið farið var upp í Samkeyp. Bókstavirnir, PW, stava frá at langabbi Petur Eirik, Hans Petur Weihe, fekk sær handil í Søldarfirði í 1897 og er tað hetta handilsnavnið ið Petur Eirik og Hallur endurnýta. Gamli PW handilin lat aftur í 1994. Komandi mánaðirnar fara broytingar at henda í PW. Handilin fær størri frysti- og kølidiskar, og eisini fruktdeildin skal gerast størri.