Svenskir granskarar siga nú, at samanhangur kann vera millum inntøkuna av tilvirkaðum kjøti sum til dømis pylsum og fleski og tilburðir av krabba í brisinum. Tað veit bretska BBC at siga.
Sambært granskarunum er vandin fyri júst hesum slagnum av krabba øktur við 19 prosentum hjá teimum fólkunum, ið eta 50 gramm av kjøti, sum onkursvegna er tilvirkað. Men vandin fyri at útvikla krabba í brisinum er framhaldandi lágur. Í felagsskapinum World Cancer Reasearch Fund vilja tey vera við, at samanhangurin líka so væl kann vera orsaka av ovurfiti og ikki tilvirkaðum kjøti.
Serliga reytt og tilvirkað kjøt hevur áður verið sett í samband við tarmkrabba. Bretsku heilsumynduleikarnir viðmæla tískil fólki ikki at eta meira enn 70 gramm av reyðum ella tilvirkaðum kjøti.
Úrslitini av kanningini hjá svensku granskarunum eru almannakunngjørd í tíðarritinum "British Journal of Cancer," og úrslitini eru grundað á innsavnaðar upplýsingar frá 6.645 persónum við krabba í brisinum.