Quisling var ikki landasvíkjari

-Maður mín var ikki landasvíkjari, men ein pínslarváttur, sigur Maria Quisling í einari samrøðu, sum norska blaðið Telemarksavisa endurgav í gjár. Samrøðuna gjørdi amerikanski blaðmaðurin Ron Laytner, og hetta er vist einasta samrøðan, sum nakar fjølmiðil hevði við Mariu Quisling.

Maður hennara, Vidkun Quisling, varð ákærdur fyri landasvik aftan á seinna heimsbardaga fyri at hava samstarvað við týska hersetingarvaldið í Noregi, og tann 24. oktober í 1945 varð hann avrættaður á skansanum í Akershus.

Men hann hevði ikki uppiborið slíka viðferð, sigur Maria Quisling í samrøðuni. Hon sigur, at maður hennara var góður við Noreg og tað norska fólkið, og at hann var sannførdur um, at hann gjørdi tað, sum var best fyri Noreg og norðmenn. Í samrøðuni sigur Maria Quisling eisini, at hon heldur ikki, at Vidkun var so illa umtóktur í Noregi undir heimsbardaganum. Men hetta broyttist, tá bardagin endaði.