Quizvinnarar hugnaðu sær

Vinnarinir av fyrsta høvðusvinninginum í Pub Quiz í Café Natúr "Team Breyð" vóru ein rimmar býtúr í vikuskiftinum.

 
Skilagóðu breyðini fóru við limosinu í Bowling Høllina, har teir bowlaðu seg svangar. Síðan gekk leiðin niðan á Hotel Föroyar, har borðreitt var við fýra røttum. Aftan á matin koyrdi limosinan Team Breyð oman í REX, har VIP rúmið bíðaði við ókeypis drykkjuvørum.
 
Nú er so fari undir 2. umfarið av Pub Quiz. Høvðusvinningurin hesu ferð er eitt á loftinum í Café Natúr. Har fær vinnarin rúm fyri seg sjálvan og egnan kokk. Kokkurin Uni Gullfoss ger eina serliga 6 rætta matskrá við víni. Aftaná er ókeypis atgongd hjá vinnaranum í bæði Rex og Eclipse.
 
So Pup Quiz er aftur hvørt mikukvøld kl.21.00