Í døgunum 12., 13. og 14. Juli, verður høvi at uppliva hesa serstaku pallseting við leikinum Quotes í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
##med2##
Quotes granskar tað torgreidda menniskjasinnið og vísir sálarliga heilsu úr ymsum sjónarhornum sædd innanífrá. Leikurin viðger tað, ið hendir í høvdinum á einum persóni, og rannsakar, hvussu vit verða ávirkað av hugsanum og kenslum, innaru bardøgum og tvídráttum í strembanini eftir tí algilda spurninginum: ”Hvør eri eg?”
Johanne er bæði, leikhússtjóri, pallstjóri, leikari, handritshøvundur og stendur fyri framleiðsluni í Spytt i Panne Teater (SiPT). Henni dámar sera væl at ganga egnar leiðir og hevur við Quotes gjørt eina pallseting, sum er heilt serstøk.
##med3##
Í sjónleikarafelaganum SiPT eru í dag 7 leikarar í aldrinum 14-35 ár.
Upprunaliga var leikurin ætlaður ungum- og vaksnum fólki. Men tað gleðiliga er hent, at í Noregi hevur tað víst seg, at leikurin hóskar líka væl til børn heilt niður í 10 ára aldur. Sagt verður frá, at bæði børn og vaksin skifta orð um tað, ið kemur fram í Quotes, í langa tíð eftir, at tey hava sæð leikin.
##med4##
– Eitt viðmælt summartiltak fyri alla familjuna, skriva fyrireikararnir.
Sýningarnar verða hesar dagar:
Fríggjadag 12/7 kl 19.00
Leygardag 13/7 kl 12.00
Sunnudag 14/7 kl 12.00 og kl 15.00