Saman við tí seinna brasilska fótbóltsspælaranum hjá GÍ, sum kom til landið sunnudagin, var ein sjónvarpstíðindamaður úr Brasilia, sum skal steðga í Føroyum fram til fríggjadagin, tá hann fer víðari til Íslands.
Luis Nachbin úr Rio de Janeiro er tað, tey kalla video-journalistur. Tað merkir, at hann ger alt sjálvur í sínum framleiðslum, bæði research, upptøkur, redigering o.s.fr.
? Eg arbeiði í løtuni við einari sending um teir seks brasilsku fótbóltsspælararnar, sum eru í Føroyum, og fari eisini at greiða eitt sindur frá Føroyum í sendingini, sigur 34 ára gamli Luis Nachbin.
Hann hevur fylgt spælarunum, síðani teir fóru úr Rio de Janeiro, har tað er hásummar og hitin lá upp ímóti 40 stigum, tá teir fóru, til føroyska veturin, har hitamátarin sníkir seg niður um frostmarkið.
? Jú, tað var ein lítil skelkur at koma til kuldan hjá tykkum frá summarinum í Rio, sigur Luis Nachbin.
? Og tað var eisini óvanligt hjá spælarunum. Hetta er fyrstu ferð, teir eru uttanfyri Brasilia, og teir hava ongantíð sæð kava fyrr, leggur hann afturat.
Hann arbeiðir fyri tvær ymsar sjónvarpsrásir, meðan hann er í Føroyum. Onnur er almenna rásin TV Global, sum er fjórðstørsta sjónvarpsrás í heiminum, og hin er kaðalrásin Sport TV, sum er ein rás, ið sendir ítrótt 24 tímar um samdøgrið, og sum er ein av trimum stórum ítróttarsjónvarpsrásum í Brasilia.
Luis Nachbin sigur, at hansara arbeiðið er nógv at meta sum free-lance.
? Eg geri ein sáttmála við eina rás um eina ávísa sending, men arbeiðið hjá mær er ikki at meta sum eitt 8 til 5-arbeiði, sigur hann og greiðir frá, at tað í Brasilia eru tríggir video-journalistar av hesum slagnum. Hinir báðir arbeiða í Sao Paulo, sum er størsti býur í Brasilia, men teir taka sær so at siga bert av dagligum tíðindum og gera ikki drúgvari sendingar sum hesa, Luis nú er í Føroyum og ger.
Úr Kina til Finnlands
Hetta er eitt arbeiði, sum hevur ført brasilska tíðindamannin vítt um í verðini. Hann hevur arbeitt við sjónvarpi síðani 1988, bæði sum teknikari, produsari og sum tíðindamaður, og tað er eisini hetta, sum ger, at hann seinasta árið hevur verið førur fyri at arbeiða sum video-journalistur, har hann sum nevnt skal gera alt sjálvur.
Í hesum arbeiðnum hevur Luis Nachbin ferðast víða. Bert í fjør var hann í India, Kina, Mongolia, Tunesia, Italia og Finnlandi, og nú er hann so komin til Føroyar, áðrenn hann fer víðari til Íslands. Allar sendingarnar, hann hevur gjørt á hesum ferðunum, hava snúð seg um ítrótt og tær flestu um fótbólt, sum Luis ikki óvæntað sigur vera nógv tann størsta ítróttargreinin í Brasilia.
Men hví hevur hann so valt at koma til Føroyar?
? Eg frætti um hesar fótbóltsspælararnar, sum skuldu til Føroyar at spæla, og helt tað vera áhugavert. Eg bjóðaði meg tí fram til at gera eina sending um hetta, og tað var eisini beinanvegin áhugi fyri tí hjá arbeiðsgevaranum hjá mær, sigur Luis Nachbin.
Hann skal gera upptøkur av brasilsku spælarunum í Gøtu, meðan teir venja við GÍ og ætlaði sær eisini at vera við klokkan 10 fyrrapartin í gjár, tá spælararnir fingu sín fyrsta lærutíma í føroyska málinum, sum teir enn ikki skilja eitt orð av.
Hann roknar við, at sendingin til TV Global fer at vara eini 5-10 minuttir, meðan sendingin, hann ger fyri Sport TV, fer at liggja um ein hálvan tíma í longd. Henda seinna sendingin skal snúgva seg um bæði Føroyar og Ísland, og Luis sigur, at føroyski parturin fer at verða nøkulunda helvt um helvt um brasilsku spælararnar her og um sjálvt landið Føroyar.
Gott fyri báðar partar
Luis Nachbin fylgir væl við í fótbólti, men hann viðgongur, at hansara kunnleiki til føroyskan fótbólt er sera avmarkaður.
? Eg veit, at Føroyar vann á Eysturríki afturi í 1989 ella 1990, og at hesin sigurin var sera týdningarmikil fyri, hvussu tað gekk hjá føroyska landsliðnum árini eftir tað. Men annars veit eg einki, sigur hann.
? Men eg ivist ikki í, at tað er gott fyri bæði føroyskan fótbólt og fyri brasilsku spælararnar sjálvar, at teir eru komnir hendavegin. Eg rokni við, at tað fer at økja um áhugan og gera fótbóltin meira áskoðaravinarligan, og tað er eisini gott hjá spælarunum at sleppa burtur, sigur Luis Nachbin.
Hann sigur, at tað eru so ótrúliga nógvir góðir fótbóltsspælarar í Brasilia, og at teir flestu av teimum hava sera lítlar møguleikar fyri at koma fram í heimlandinum, har talentini beinleiðis vaksa á trøunum, men fáir fáa møguleikan at spæla á hægsta stigi.
? Men eg haldi ikki, at føroyingar skulu vænta sær heilt so nógv av teimum í byrjanini. Tað tekur ivaleyst eitt sindur av tíð hjá teimum at fella til, og tað verður helst ikki fyrr enn út móti juni mánaði, at teir veruliga fara at vísa, hvat teir duga, sigur Luis Nachbin.
Tá vit so eitt sindur varisliga spyrja hann, um hetta ikki eisini er ein háttur hjá brasilsku spælarunum at sleppa víðari út í Europa, svarar hann, at tað er tað uttan iva.
? Tað er týdningarmikið at sleppa til Europa, sum Føroyar jú eisini er partur av. Vónin er t.d. at sleppa í Europa Cup og vóna, at okkurt felag í eitt nú Portugal ? ikki Benfica ella Porto, men okkurt lægri ? har sera nógvir brasilskir fótbóltsspælarar eru, leggur merki til teir, sigur Luis og leggur afturat:
? Teir vilja ikki longur fara til Fraklands, tí heima í Brasilia halda fólk sera lítið um Frakland aftaná HM-endaspælið í fjørsummar, tá Frakland jú vann á Brasilia í finaluni?
Fylgja væl við
Í Føroyum og Europa sum heild vita fólk ikki so heilt nógv um brasilskan og suðuramerikanskan fótbólt. Landsliðini hjá Brasilia og Argentina eru sjálvandi vælkend og hava nógv viðhaldsfólk eisini í Føroyum, men sjálvar landskappingarnar vita fólk lítið um. Men hvussu er í Suðuramerika? Fylgja fólk har væl við europeiskum fótbólti?
? Tey fylgja rættiliga væl við, ja. Tað hevur sjálvandi eisini nógv at siga, at so at siga allir teir bestu brasilsku spælararnir, so sum Ronaldo (Inter) og Roberto Carlos (Real Madrid) spæla í Europa.
Og hvussu við Føroyum?
? Har vil eg siga tað soleiðis, at 98 prosent av fólkinum ikki vita at Føroyar eru til, og av teimum tveimum prosentunum, sum eru eftir, vita 80 prosent ikki, hvar Føroyar eru, sigur Luis Nachbin.
Hann roknar við, at sendingarnar úr Føroyum verða vístar í Brasilia einaferð í seinnu helvt av mars mánaði, og tá fáa 50 milliónir fólk so møguleikan at síggja seks brasilskar fótbóltsspælarar í føroyska vetrarveðrinum.