Úr aðalstjórastarvi í klædnahandil

Frá at vera aðalstjóri og umsita tvær mia. krónur í Almanna- og Heilsuráðnum, verður Aibritt á Plógv um stutta tíð leiðari í mótahandli.
Tað er eitt stórt lop, men tað er eisini spennandi at koma inn á øki, sum fyri mær persónliga er ókent land, sigur Aibritt á Plógv

Hon heldur ikki, at tað er so um­ráðandi, hvat ein fæst við, men meira tað at vera nøgdur við tað, ein ger. Aibritt er 47 ára gomul og gift við Jákup E. Hansen, arkitekti, og tey eiga trý børn í aldrinum 12 21 ár.
Í oktober mánaði letur hon upp mótahandil í SMS, har hon hevur fingið handilshøli á leið har, sum Føroya Banki var. Eftir at hava kannað vøruúrval uttanlands og møguliga kundabólk, hevur hon gjørt eitt konsept, har hon umhugsar at selja klæðir til tilkomnar kvinnur, sum vilja hava góð, tíðarhóskandi klæðir. Serliga hevur hon lagt seg eftir at hava klædnamerkir, sum ikki eru at fáa í øðum handlum í Føroyum. Tey merkir hon hevur fingið fatur á, hevur hon fingið einaumboð á.
Aibritt á Plógv hevur fingið nógvar viðmerkingar um starvsbreytabroytingina, eftir at hon segði starvið sum aðalstjóri frá sær í apríl mánaði í ár. Tær flestu hava verið jaligar, men tað eru serliga mannfólk, sum hava hildið, at hon kundi funnið uppá okkurt munabetri enn bert at vera handilskvinna.
Aibritt á Plógv var aðalstjóri í fimm ár. Í hesum tíðarskeiði hevði hon fýra landsstýrismenn yvir sær. Eina valskeiðið heilar tveir landsstýrismenn, av tí at politiska kabalan skuldi ganga upp.
Sjúkrarøktarfrøðingur og løgfrøðingur
Upprunaliga er hon útbúgvin sjúkrasystir, men var so óheppin at koma fyri ferðsluóhappi sama ár, sum hon var útbúgvin, og hetta gav henni varandi mein.
Av somu orsøk kundi hon ikki arbeiða sum vanlig sjúkrasystir, men hevði í nøkur ár skrivstovustarv o.a. á deildum á sjúkrahúsum. Eitt ár arbeiddu hon eisini á røktarheimi.
Tað var í so keðiligt, helt Aibritt og fór at umhugsa at fáa sær aðra, minni fysiskt krevjandi útbúgving, sum hon vegna brekið kundi megna.
Hon valdi at lesa løgfrøði og fór í 1988 á HF í fyrsta umfari í Føroyum, men slapp inn á universitetið árið eftir, av tí at hon hevði fingið gott ársúrslit og eisini hevði eina útbúgving framman undan. Við sær hevði hon mann og tvey smábørn, sum vóru tvey og fýra ára gomul.
Riggar væl at lesa og hava smábørn
 Tað var ógvuliga spennandi lestur, serliga tí hetta var so nógv øðrvísi útbúgving enn hin. Hóast nógv var at lesa, kendi eg meg fría, og tað vísti seg eisini, at tað var eingin trupulleiki at hava smábørn, sigur Aibritt á Plógv.
Hon skrásetti sær dagin nágreiniliga. Børnini vóru á dag­stovni, og hon fór til fyrilestrar á universitetinum fyrrapartin og setti seg í lesistovuna at lesa til klokkan trý seinnapartin, tá hon fór eftir børnunum. Tá tey vóru løgst um kvøldarnar, setti hon seg við bókunum einar tveir  tríggjar tímar aftrat.
Í hesum tíðarskeiði var maður hennara projektleiðari við byggingini av Ítróttarparkini í Keypmannahavn, og hann hevði sítt at gera.
Í 1994 skrivaði Aibritt sína seruppgávu í løgfrøði og fekk ein son ein mánaða eftir, at hon hevði fingið prógv.
Eftir lokna útbúgving í 1994 fekk hon starv sum fulltrúi á Almanna- og Heilsudeildini í Tinganesi. Í 1996 fór hon í starv á Toll&Skattstovuni, har hon var deildarstjóri í eitt ár. Síðani fór hon aftur í gamla starvið í 1997, tá Høgni Joensen var settur aðalstjóri í Almanna- og Heilsustýrinum, sum tað tá kallaðist.
Í 1998 vóru bygnarbroytingar­nar settar í verk, og Aibritt á Plógv varð sett sum deildarstjóri í Almanna- og Heilsustýrinum, og í 2001 fór hon í starvið sum aðalstjóri.
 Tað var ein sera strævin tíð, av tí at so nógvar broytingar vóru, við síðuna av vanligu arbeiðsgongdini í ráðnum. Arbeitt var tí nærum allan sólarringin, sigur Aibritt á Plógv.
Varð burtur í meldrinum
 Sum árini gingu, og arbeiðs­byrðan bara øktist, gjørdist eg minni og minni tilvitað um, hvar eg sjálv var stødd í hesum meldrinum. Hóast eg tosaði fyri at fáa broytingar framdar, hendi líti og einki, og tá alt fleiri sparingar skuldu fremjast, tímdi eg ikki longur. Í míni tíð sum aðalstjóri gjørdi eg nógv, fyri at starvsfólkini skuldu kenna seg væl og fáa tað hjálp sum var fyri neyðini. Hetta var ein skylda, sum eg ikki vildi lata frá mær, men tá byrðan gjørdist ov stór, og eg visti, at eg ikki kundi megna tað í longdini, valdi eg heldur at fara enn at umleggja mína arbeiðsgongd, sigur Aibritt á Plógv.
Hon heldur, at starvsfólkini við árunum arbeiða alt meira og meira og hava fleiri bóltar í luftini í senn. Tað krevur, at um tú vilt vera við, noyðist tú at renna saman við hinum starvsfólkunum og meira afturat.
 Tað hevði tó einki gjørt, um vit slakaðu eitt sindur og høvdu færri bóltar í luftini. Úrslitið hevði ikki verið nógv øðrvísi, heldur Aibritt á Plógv.
 Tað var eisini tyngjandi hjá starvsfólkunum, at politikarar umbóðu sær uppgávur, og at arbeiðið skuldi gerast liðugt, nærum áðrenn teir høvdu bílagt tað. Nú er tað soleiðis, at politikarar vilja síggja úrslit, sum teir kunnu vísa fram til næsta val, so tað skuldi bara gerast.
Aibritt á Plógv tók avleiðingina av stóra arbeiðstrýsinum og legði frá sær.
 Eg eri komin hartil í lívin­um, at eg vil royna meg í øðrum starvi sum sjálvstøðug vinnurekandi. Tað er ikki tann stóra broytingin, hóast onkur vil halda, at eg eri lækkað í tign, men eg kann brúka mínar arbeiðsroyndir sum stjóri, eitt nú við at at hava starvsfólk undir mær, planleggja arbeiðið og skipa fíggjarpartin. Tað ger, at eg kann seta míni persónligu krøv. Mær nýtist ikki hjálp frá øðrum, sigur Aibritt á Plógv.
Spennandi at ganga ókendar leiðir
 Tað er sera spennandi at koma inn á økið, sum er ókent land fyri meg persónliga. Harnæst kann eg ráða mær sjálv. Tað er hugaligt, serliga tí eg áður havi verið bundin av øðrum, sigur Aibritt.
Um framtíðarvónirnar sigur Aibritt á Plógv:  Eg veit ikki, hvussu tað fer at ganga, men øll siga, at hetta tiltakið er nakað, sum tørvur er á í handilslívinum, og eg velji at halda, at tað fer at rigga.
 Eg ætli mær, ið hvussu er, at leggja lív og sál í hetta arbeiðið og gleði meg til at fara undir uppgávuna.
 Skuldi tað kortini ikki gingið, taki eg tað ikki sum eitt niðurlag. So havi eg kortini roynt okkurt annað, sigur Aibritt á Plógv.
Um alternativið bara er at vera sitandi sum aðalstjóri, sigur hon:  Aðalstjórastarvið átti at verið áramálssett. Tað hevði verið gagnligari fyri bæði stjóra og arbeiðsgevara.
 Óansæð hvussu dugnalig tú ert, og hvussu nógv tú hevur at bjóða, so er tað bert eitt áramál tú hevur at gera gott við. Tað hevði gjørt munin, um tú visti tær okkurt annað at fara til, tá skeiðið var runnið.
 Sum stjóri í slíkum starvi er tað ógvuliga kalt á ovastu rók, av tí at talan er ikki um tað stóru starvsfólkarøkt hjá stjórum í miðfyrisitingini. Tað átti at verið nakað at bjóða teimum aðalstjórum, sum hava hollar arbeiðsroyndir, eitt nú sum sendifólk ella annað líknandi starv.
 Nógv sita ov leingi, av tí at tey tora ikki at siga starvið frá sær, tá einki annað er í boði.
Tørvandi dynamikkur á ovastu rók
Politiska skipanin krevur, at ungfólk, sum hava ástøði í lagi og fakliga styrki, koma til. Tað eri eg, sum eri 47 ára gomul og havi 20 ár eftir á arbeiðsmarknaðinum, besta dømi um. Trupulleikin er, at eingin dynamikkur er á ovastu rók, sigur Aibritt á Plógv, sum myndar tíðina eftir strævna arbeiðsdagin og til í dag við at siga:
 Nú kann eg fara út í urta­garðin, tí eg havi hug og tími tað. Ístaðin fyri áður, har eg skundaði mær, tí hetta var eitt arbeiði sum skuldi gerast. Eins og eg kann fara ein spákingartúr í friði og náðum og ikki nýtist at skunda mær, av tí at eingin bíðar eftir mær.
 Tó skal sigast, at mær dámdi avbera væl arbeiðið sum aðalstjóri. Tað var spennandi at arbeiða í politisku skipanini, og hvør veit  kanska fari eg aftur í líknandi starv. Eg havi nógv góð ár eftir á arbeiðsmarknaðinum, og eisini nógv gott at geva, eitt nú drúgvar royndir. Tað var bara ikki tað eg skuldi gera júst nú, sigur Aibritt á Plógv, sum nú fer undir nýtt arbeiðsskeið og nýggjar avbjóðingar.