Góðu tit øll
Fyri gott tveimum árum síðan stóðu borgarstjórin og eg við hakanum og loystu fyrsta flagið av fyri byggingini av hesum stóra bygningsverki, Boðanesheiminum. Fyri minni enn einum árum síðan var reisigildi, og tá var meginparturin av bygninginum innilokaður. Og nú standa vit við lidnum og stásiligum røktarheimsbygningi.
Tað hevur verið mær ein heiður sum forkvinna í sosialu nevnd og sum bygginevndarlimur at hava fylt hesi bygging líka frá byrjan. Arbeiðið hevur gingið ótrúliga skjótt og væl, og fari her beinanvegin at takka býráðnum, umsitingini og bygginevndini fyri sera gott samstarv um hesa stóru íløgu, ið sum kunnugt kemur at loysa stóra røktarheimstrupulleikan í Suðurstreymoy.
Kommunan hevur lagt dent á, at Boðanesheimið skuldi vera ein heimligur og fleksibul bygningur bæði at virka og vera í, tí talan er um ein bústað hjá eldru borgarum okkara. Tað er ein avbjóðing, tí talan er um stóran bygning, men hetta hevur eydnast sera væl.
Bygningurin hóskar sera væl til umhvørvið her yvir við Strond, har øll kunnu njóta vakra útsýnið yvir Nólsoyarfjørð. Bygningurin kennist ikki stórur, tá skoðað verður á hann, tvørturímóti.
Við Boðanesheiminum fáa vit 64 nýggj búpláss í kommununi. Umframt rúmlig búrúm, hevur bygningurin hópin av møguleikum fyri eldrarøktartænastuna sum heild. Her er serstøk dementdeild, sum eisini kann býtast upp eftir tørvi. Ríkir møguleikar eru eisini fyri umlætting og samdøgursrehabilitering. Og í fysio- og ergoterapiini er møguleiki fyri venjingum og stórum dagtilhaldi. Eisini er uttanumøkið gjørt sera pent og nossligt.
Eg eri vís í, at hesir karmar, tá teir verða gagnnýttir á besta hátt, verða eitt stórt frambrot fyri alla eldrarøktartænastuna í Suðurstreymoy.
Vil eisini taka tað fram, at Boðanesheimið er eitt gjøgnumbrot fyri varandi orkuskipanir. Sum kunnugt verður Boðanesheimið einans hitað við sjóvarhita, og tí er eingin vanliga oljuhitaskipan her. Hetta hevur longu givið afturljóð uttanlands, tí vanligt er ikki, at sjóvarhiti verður nýtt til so stórt bygningsverk.
Her gongur Tórshavnar býráð av sonnum undan, og eg ivist ikki í, at royndirnar og vitanin, ið vit fáa frá sjóvarhitaskipanini á Boðanesheiminum, verður hent at brúka til aðrar verkætlanir.
Eg skal eisini takka tykkum øllum, sum hava staðið fyri byggingini og tykkum, sum hava bygt. Tit skulu vita, at tað eru mong okkara, sum spent hava fylgt byggingini. Fleiri hava ímyndað sær at búgva her. Onnur ímynda sær, at gamla mamma ella pápi teirra loksins fær eitt røktarheimspláss. Vit vita jú øll, at tørvurin á hesum góða heimi er sera stórur.
Nú er bygningurin liðugur og klárur at taka í nýtslu til stóra gleði og gagn fyri samfelagið her í Tórshavnar kommunu.
Fari her at enda at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við Boðanesheiminum og bestu eydnu til tykkum leiðslu og starvsfólk, ið nú skulu skipa virksemið og lívið her á staðnum.
Takk fyri.