Ræða ikki

Nú um dagarnar vitjaði ein av ovastu stjórunum hjá amerikanska oljufelagnum Anadarko í Føroyum í sambandi við, at tað nærkast komandi útbjóðing. Anadarko, sum er í bólki saman við Total Fina og Saga, telist ikki millum tey heilt stóru oljufeløgini. Kortini er felagið rættiliga virkið nógva staðni og er kent fyri høga tøkniliga støði sítt í leiting.

Kenneth Nadolny er stjóri fyri altjóða leiting hjá felagnum og heldur dagliga til í Houston í Texas, har høvuðsskrivstovan hjá Anadarko finst.

Anadarko er eitt av teimum størstu sjálvstøðugu oljufeløgunum í USA við 1500 starvsfólkum. Felagið hevur funnið nógvar oljukeldur og er í dag sera virkið í Algeria, har tað er operatørur og hevur funnið nógva olju. Styrkin hjá felagnum er leiting, og tí sær felagið júst eitt nú økið sum Føroyar sum eina stóra avbjóðing.

Hetta er fyrstu ferð, at Kenneth Nadolny vitjar í Føroyum. Nú tað nærkast 1. lisensrundu heldur hann eisini, at tað er rætt at vísa andlit og greiða føroyskum myndugleikum frá, hvat Anadarko stendur fyri og er ført fyri. -Vit halda, at føroyska økið er sera áhugavert og eitt heilt náttúrligt framhald av tí arbeiði, sum vit gera vestan fyri Hetland. Við okkara royndum aðrastaðni í heiminum halda vit, at tað finnast góðir møguleikar við Føroyar.

Kenneth Nadolny vil enn einki siga um, hvussu bólkurin fer at síggja út í framtíðini, nú Norsk Hydro hevur keypt Saga, ið framvegis er operatørur í bólkinum.

Hann heldur tað enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu bólkurin fer at síggja út, sum fer at søkja um leitiloyvi.

Leitingarstjórin í Anadarko hevur sæð treytirnar fyri 1. útbjóðing og sigur, at tær ræða hann ikki.

Vit spurdu hann, hvørja viðmerking hann hevur til tosið um eitt alment føroyskt oljufelag. Hann sigur, at hetta er nakað, sum føroyingar sjálvir mugu taka eina avgerð um, men vísir samtíðis á, at eitt oljufelag, líka mikið hvat slag, hevur brúk fyri nógvum kapitali. -Tað eru annars nógvir mátar hjá einum oljulandi at fáa lut í inntøkunum. Eitt alment oljufelag er ein máti, royalty og serskattur er ein annar men hetta er nakað føroyingar mugu gera av.

Kenneth Nadolny dylur ikki fyri, at hann sjálvur er sera bjartskygdur viðvíkjandi tí føroyska økinum. Teir hava arbeitt vestan fyri Hetland í fleiri ár og eru fegnir um tað teir síggja har. -Vit eru eisini sera glaðir fyri at arbeiða saman við Saga og Total á øllum Atltantsmótinum. Men hann viðgongur, at hetta er eitt frontierøki, sum er sera vágiligt.

Kenneth Nadolny sigur, at teir ætla at fara undir boring á føroyskum øki so skjótt teir hava gjørt tær írestandi kanningarnar. Hann roknar við, at teir hava ein boripall kláran til ár 2001. Teir ætla annars at fara undir at bora ein brunn í bretskum øki í næsta ár.

-Vit eru sera fegnir um at hava Saga við í bólkinum og vóna, at Saga framhaldandi verður við. Vit halda, at vit eru sera væl umboðaðir í Føroyum við Saga sum operatøri og gjøgnum skrivstovuna á Bryggjubakka.

Leitingastjóri hjá Anadarko á Atlantsmótinum er Richard Hook. Hann er jarðfrøðingur og dylur ikki fyri, at hann er spentur um komandi leitingina við Føroyar. Hann vísir á, at Anadarko metir Føroyaøkið sum eina nýggja rók, sum er verd at vága nakað í. Teir leita eftir rókum av slíkum slag ymsa staðni í verðini.

-We are small, but we are strong - og eru sera væl fyri tøkniliga. Og vit síggja Føroyaøkið sum sera vælegnað og hóskandi til at brúka júst okkara ekspertisu.