Góðu tilflytarar og góðu áhoyrarar
Fari at venda mær eitt sindur til báðar bólkar ella til okkum øll – tilflytarar, vertir, makar og familjur.
Altíð hugaligt at gleðast um avrik og stigini fram á vegnum. Tað gera vit í dag, tí tit hava sett tíð og orku av til at ogna tykkum nakað av okkara mentan og hava staðið eitt slag av roynd. Henda roynd og hesin lærdómur skal lata upp dyrð okkara millum og bróta niður frástøður og fremmandagerð.
Onkursvegna eru vit øll dagliga til roynd ella til eksamiu.
Í dag eri eisini eg til roynd, sum umboð fyri Tórshavnar kommunu. Hvussu megni eg at geva tykkum ein boðskap og ein vón um góða tilflytan og góð útlit fyri trivnaði í okkara kommunu?
Vit arbeiða við tí í politikkinum, vit arbeiða við tí í kommununi. Vit ætla at seta tilflytarar og integratión nógv meira á skrá, og vit fara at seta fólk at samskipa viðurskifti í sambandi við tykkara støður sum fremmand og sum nýggj hjá okkum.
Vit ætla, at tit skulu kenna tykkum væl og at hvør einstakur verður í miðdeplinum, og at vit hjálpa og vegleiða og fylgja upp uppá hvussu tingini eydnast og hvussu tað heila gongur.
Men kommunan ger ikki hetta einsamøll. Vit leggja upp til, at vit øll fáa eyguni upp fyri hesi avbjóðing.
Vit eru øll vertir, vit eru øll landsmenn og vit skulu øll kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum, eisini her.
Vit hava øll einaferð verið nýggj, onkunstaðni - til dømis í bygdini, til arbeiðis, nýggj í familjuni, nýggj í fremmandum landi og so framvegis. Og vit kenna til ótryggleikan. Sum lesandi føroyingar í Danmark eru vit fyrstu tíðina einsom, ikki tí vit ikki duga málið, men tí vit ikki kenna hini, ikki kenna mentanina, ikki kenna skemtið ella teirra máta at vera uppá.
Ikki heldur megna vit at vera okkum sjálvi, við øllum tí vit hava at bjóða uppá, tí tað er ikki tað sama á ‘donskum’ ella í fremmandum umhvørvi, og vit kenna okkum skerd, og nú tosa vit um Danmark og Føroyar. Hvussu nógv størri man ikki munurin vera, tá ein kemur úr Afrika ella Thailandi?
Alt hetta eiga vit at hugsa um.
At tilogna sær málsligar førleikar kann gerast á ymsan hátt. Uttan eldsálir og uttan fólk, ið kendu ábyrgd, høvdu vit ikki verið her í dag, og tí kunnu vit ikki takka hesum fólkum nóg mikið. Og vit skulu flyta okkum og hava fleiri uppí.
Eitt er at læra á skúlabeinki, eitt annað er at práta. Minnist fleiri ár aftur í tíðina, at eg í bussi í Keypmannahavn sat og hugsaði um, at tað hevði verið stuttligt at sett seg við síðuna av onkrum av hesum fremmandu fólkunum og bara práta um leyst og fast, og forvitnast um teirra fortíð og orsøk til at tey vóru her. Eisini forvitni um gerandisdag teirra.
Men soleiðis ger man bara ikki. Ella hví ikki?
Vit sita hjá tannlækna, vit sita í bussi, vit avgreiða við diskin, vit selja við kassan, vit hittast í býnum og so framvegis. Latið okkum taka samband, latið okkum visa áhuga og latið okkum visa virðing.
Vit tosa um vinarbólkar í skúlaflokkum, hvat við vinarbólkum millum vaksin við tí endamáli, at loyva fremmandum innum hjá okkum, bæði so og so?
Hvat við at skipa fyri fleiri felags tiltøkum, sum hava til endamáls at samansjóva? Kommunan hevur nógvar fermetrar, sum standa tómir um kvøldarnar og í vikuskiftum, og sum kundu verið karmar um felagslív, tilflytan at gagni.
Hvat við at vit læra av tykkum tilflytarum, um alt hugsandi tykkum, tykkara landi og mentan viðvíkjandi?
Jú, tað er bara hugflogið, ið setir mørk.
Latið okkum læra av hvørjum øðrum, heilsast og práta og koma hvørjum øðrum við.
Havi eisini hug at senda eina áheitan til tykkum tilflytarar um ikki at smæðast burtur, men gera vart við tykkum sjálvi og vísa á, hvussu eitt og annað kann gerast, fyri at tit betri skilja og kunna samstarva við okkum. Til dømis samskiftið við skúlar og dagstovnar – hvussu gera vit foreldrasamskiftið uppbyggjandi? Bara eitt dømi.
Eisini ein uppgáva fyri okkara samskipara, við góðum ráðum frá tykkum.
Fari eisini at senda áheitan til tykkara um at troyta tey tilboð sum kommunan hevur at bjóða, til dømis bókasøvn, frítíðarmøguleikar, so sum ítrótt, tónleik og kvøldskúlaskeið, tí samveran við okkum átti at verið mennandi.
Eins og tit, í størstan mun at halda fram við tí føroyska og samskifta tykkara millum á føroyskum máli, fyri at stuðla undir kvøldskúlalæruni, sum er ein byrjan.
Eftir er at siga, at eg vóni, at hetta skeiðið hevur betrað tykkara førleikar til trivna hjá okkum, til arbeiðsmarkna, til sosiala samveru og hjálpir á øllum økjum, ið kunnu gera tykkara gerandisdag lættari.
Ein stór tøkk til Kvøldskúlan og Jógvan Sørin, til Bergljot av Skarði og Guðrun Eysturlíð fyri undirvísing og Inger Flø Jørgensen fyri lestrarvegleiðing. Hjartans tøkk øll somul.
Og til næmingarnar! Hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari.
Takk fyri.
Bergun Kass
býráðslimur