Røða Obamas við innsetanina í gjár var framúr og heilt í flokki við røðurnar hjá Roosevelt og Kennedy. Røðan, sum varð hildin í einum eitt sindur lágmæltum tónalagi var marksetandi. Obama avmyndaði eitt nýtt USA, har dentur verður lagdur á samhaldsfesti og medmenniskjansleika. USA skal verða eitt samfelag, har fólk vara av hvørjum øðrum og taka ábyrgd av hvørjum øðrum – eitt samfelag, har ein ”ansar eftir bróður sínum”.
Víðari legði Obama stóran dent á stríðið móti arbeiðsloysi og fátækdømi og mælti til størri samfelagsábyrgd. Hann gjørdi vart við stóru trupulleikarnar á heimavølli so væl sum á altjóða vølli. Men hann undirstrikaði, at tað ber til at vinna á trupulleikunum, samstundis, sum hann ávaraði sínar landsmenn um, at setningurin fyri framman er tungur og avbjóðingarnar stórar. Obama tók framaftur nøkur av teimum stóru málunum frá valstríðnum og slóg fast, at hesum málum skal verða rokkið, samstundis sum hann ávaraði um, at hetta fór at taka tíð. Hann gjørdi ikki sørt burturúr búskaparkreppuni og teimum avmarkingum, sum komu av henni, og kann hetta vera orsøkin til, at røðan var meira lágmælt enn mong høvdu roknað við. Leggjast kann afturat, at Obama ikki var lágmæltur, tá hann umrøddi umhvørvið og verðurlagsbroytingarnar, har hann var bæði bersøgin og eggjandi.
Sum vera man vóru í røðuni tilsipingar til rættvísisstríðið hjá afroamerikansku borgarunum og hann gjørdi nakrar sera áhugaverdar og nemandi samanberingar við støðuna, tá alt byrjaði í sekstiárunum í suðurstatunum. Hann minti á Martin Luther King, sum í 1963 stóð á vøllinum frammanfyri Capitol og við síni gitnu I have av dream røðu kravdi javnrættindi fyri allar landsins borgarar. Vit eru komin langt, men enn er langt eftir á mál. Hugsjónarliga var røðan áhugaverd, tí hon legði seg so tætt upp at frælsishugsjónunum hjá teimum, sum á sinni stovnaðu USA. Tað, sum nú var hent, var eitt framhald av hesum frælsis- og javnrættarhugsjónum. Hetta staðfestu nógvir eygleiðarar, samstundis sum teir gjørdu vart við, at hetta var ikki vanlig vinstrahall tala, sum mong kundu ynskt og vóna. Men løtan var ikki til ideologiskar markeringar, men til orð, ið kundu savna og skapa eina kenslu av felagsskapi um almenn demokratisk virði. Eitt aðalendamálið var at geva fólkinum nýggja vón og trúgv á, at tað ber til at koma uppundanaftur og skapa eitt samhaldfast samfelag fyri øll.
Uttanríkispolitiski parturin hevur vakt miklan ans um allan heim. Obama boðaði frá, at USA aftur fór at átaka sær leiðandi altjóða leiklutin við ábyrgd fyri friði og framburði. Hann rætti hondina út til muslimska heimin samstundis, sum hann ávaraði víðgongd lond um ikki at fata hetta sum ein veikleika. Sum heild bar uttanríkispolitiski parturin boð um ein heilt nýggjan hugburð við denti á diplomati, virðing og samskifti. Samantikið var røðan háfloygd og jarðbundin um somu tíð. Hon var ætlað at geva fólki úti sum heima nýtt mót og trúgv á framtíðina. Røðan vísti okkum ein forseta, sum veit, hvat hann vil og sum skilur, hvat, ið skal til. Hon vísti umheiminum eitt USA, sum er við at koma fyri seg moralskt, demokratiskt, politiskt og sum ivaleyst eisini fer at koma fyri seg aftur búskaparliga so væl sum fíggjarliga. Ein megnarrøða hjá einum megnarforseta!