Ræðandi ferðsluhugburður

Ein spurnarkanning, sum Ferðslutrygd hevur gjørt millum næmingar í 9. flokki vísir, at næmingarnir taka ferðsluhugburði í alt ov lítlum álvara:

 

 

Fyri at bera saman okkara egna ferðslumentalitet kunnu vit sjálv gjøgnumganga

spurningarnar. Vita so, um svarið er øðrvísi!

1. spurningur: ?Hevur tú verið í bili, har bilførarin var rúsaður??

JANEIVEIT IKKI

Øll28%54%18%

(100% eru 530 næm. galdandi fyri allar spurningarnar)

Ge28%55%17%

Dr31%52%17%

*) viðmerking:

Næstan triðingurin av 9. fl. næmingunum hevur verið í bili, har bilførarin var rúsaður.

___________________________________________


2. spurningur: ?Hevði tú farið í bil, um tú visti, at bilførarin var rúsaður??

JANEIVEIT IKKI

Øll7%72%21%

Ge3%75%21%

Dr10%68%21%

*) viðmerking:

Tíggjundi hvør drongur hevði farið í bil, hóast hann visti, at bilførarin var rúsaður. Bert ein út av tríati gentum hevði gjørt tað sama!

___________________________________________

3. spurningur: ?Kemur tað fyri, at onkur, sum tú kennir væl koyrir við kenning??

JANEIVEIT IKKI

Øll43%22%34%

Ge47%20%33%

Dr40%24%35%

*) viðmerking:

Ein lítil helvt av 9. fl. næmingunum siga, at tað kemur fyri, at onkur, sum teir kenna væl, koyrir við kenning.

___________________________________________

4. spurningur: ?Hevði tú roynt at steðga onkrum at koyra, sum tú visti hevði kenning??

JANEIVEIT IKKI

Øll49%31%19%

Ge64%19%16%

Dr36%42%22%

*) viðmerking:

Tvær av trimum gentum høvdu roynt at steðga fólki at koyra, sum tær vistu hevði kenning. Bara góður triðingurin av dreingjunum høvdu gjørt tað sama.

___________________________________________

5. spurningur: ?Um Ja í sp. 4, hvat hevði tú fyrst roynt??


Tikið lykil./ Tosa til rættis./ til politiið./Veit ikki

Øll15%44%2%40%


*) viðmerking:

Tveir av hundrað næmingum, sum høvdu roynt at steðga onkrum, sum teir vistu koyrdi við kenning, høvdu meldað viðkomandi fólk til politiið. Ein lítil helvt hevði roynt at tosa viðkomandi til rættis, meðan samfull 40% høvdu ikki vitað, hvat teir skuldu gjørt , ella høvdu í øllum førum ikki valt ein av teimum trimum nevndu møguleikunum.

___________________________________________

6. spurningur: ?Hevur tú verið í bili, har tú helt at bilførarin koyrdi svakt??

JANEIVEIT IKKI

Øll72%21%6%

Ge 72%21%6%

Dr 72%21%6%

*) viðmerking:

Meginparturin av næmingunum í 9. fl, t.e. 72%, hava verið í bili, har teir hildu, at bilførarin koyrdi svakt, hetta uttan mun til kyn, tí at úrslitini eru eins.

___________________________________________

7. spurningur: ?Um Ja í sp. 6, hvat hevði tú gjørt??


Einki - ?tað er skeg?./ Biðið bilf. slakka av./ Vita ikki

Øll30%/38%/11%/21%

Ge 13%53%5%19%

Dr 47%25%8%20%

*) viðmerking:

Næstan helmingurin av dreingjum, sum hava verið í bili, har teir hildu at bilførarin koyrdi svakt, vildu einki gjørt, tí at teir hildu ?at tað var skeg?. Meira enn helmingurin av gentunum vildu í sama føri biðið bilføraran slakkað av, og eini 15% høvdu kravt at sloppið út.

___________________________________________

8. spurningur: ?Hvat er tað skjótasta bilur hevur koyrt, sum tú hevur sitið í? (km/t)?


250 og meira./201-249./51 -200./101 og 150./100 og minni./Vita ikki

Øll 0%6%35%42%8% 9%

Ge 0%3%26%46%9% 5%

Dr 0%7%42%40%6%4%

*) viðmerking:

Sum heild kann sigast, at dreingir í størri mun enn gentur siga, at teir hava verið í bili, sum koyrdi skjótt, og næstan helvtin av teimum hevur verið í bili, sum koyrdi skjótari enn 151 km/t.

___________________________________________

9. spurningur: ?Hevur tú kent nakran persónliga, sum er deyður av ferðsluvanlukku??

JA NEIVEIT IKKI

Øll31%56%14%

Ge35%50%14%

Dr27%61%12%

*) viðmerking:

Um triði hvør næmingur í 9. fl sigur seg hava kent fólk persónliga, sum eru deyð av ferðsluvanlukku.

___________________________________________

10. spurningur: ?Kennir tú nakran, sum er álvarsliga skadd/ur av ferðsluvanlukku??

JANEIVEIT IKKI

Øll34%48%8%

Ge35%45%20%

Dr33%50%16%

*) viðmerking:

Um triði hvør næmingur í 9. fl siga seg hava kent fólk persónliga, sum eru álvarsliga skadd av ferðsluvanlukku.

___________________________________________

11. spurningur: ?Hevur tú upplivað/sæð at onkur er komin til skaða í

ferðsluvanlukku??

JANEIVEIT IKKI

Øll31%62%7%

Ge31%62%7%

Dr30%62%7%

*) viðmerking:

Triði hvør næmingur hevur upplivað ella sæð, at onkur er komin til skaða í ferðsluvanlukku.

___________________________________________

12. spurningur: ?Heldur tú tað ber til at læra ung ikki at koyra skjótt??

JA NEIVEIT IKKI

Øll52%25%24%

Ge 53%20%27%

Dr51%29%20%

*) viðmerking:

Meir enn helvtin av næmingunum í 9. fl. - og uttan mun til kyn, heldur, at tað ber til at læra ung ikki at koyra ov skjótt. Tó er tað heldur fleiri

dreingir enn gentur, ið halda, at tað ikki ber til.

___________________________________________

13. spurningur: ?Heldur tú, at politiið er nóg nógv úti í ferðsluni??

JANEIVEIT IKKI

Øll23%44%33%

Ge15%48%37%

Dr30%41%29%

*) viðmerking:

Ein lítil helvt av næmingunum í 9. fl. halda, at politiið er ikki nóg nógv úti í ferðsluni.

___________________________________________

14. spurningur: ?Heldur tú at politiið skuldi verið oftari í skúlunum??

JANEIVEIT IKKI

Øll56%22%22%

Ge68%10%22%

Dr46%32%22%

*) viðmerking:

Tvær út av trimum gentum halda, at politiið skuldi verið oftari í skúlunum, meðan minni enn annar hvør drongur er samdur við teimum um tað.

___________________________________________





15. spurningur: ?Hvat av hesum heldur tú er fyrst og fremst uppgávan hjá politinum í ferðsluni??


At fanga fólk sum, sum bróta lógina, so at hesi verða revsað./

At fyribyrgja, at ferðslulógir verða brotnar./

Einki svarað

Øll31%61%8%

Ge21%72%7%

Dr39%52%9%

*) viðmerking:

Størri parturin av næmingunum í 9. fl. halda at uppgávan hjá politinum í ferðsluni er fyrst og fremst at fyribyrgja, at ferðslulógir verða brotnar. Serliga eru tað genturnar, sum hava hesa sannføring.

___________________________________________

16. spurningur: ?Hevur tú havt um ferðslutrygd í skúlanum?? (undirvísing, sum skúlin sjálvur skipað fyri - tiltøk, sum Ferðslutrygd hevur skipað fyri ikki íroknað)

JANEIVEIT IKKI

Allir næmingar: 39%41%18%

*) viðmerking:

Einans tveir av fimm næmingum í 9. fl. siga seg hava havt undirvísing um ferðslutrygd, sum skúlin sjálvur skipaði fyri

___________________________________________

17. spurningur: ?Hvat av hesum hevði tú raðfest fremst fyri, fyri at gera ferðsluna tryggari?? (Næmingarnir kundu her bara seta 3 krossar, við øðrum orðum er talan um raðfesting)


a) at vegirnir verða gjørdir betri og breiðari!

Øll40%

Ge27%

Dr51%

b) at vegirnir verða gjørdir so, at tað ber ikki til at koyra skjótt, har vandi er at koyra á fólk sum er til gongu

Øll46%

Ge51%

Dr41%

c) at gera lógirnar fyri ferðslubrot strangari og at revsingin eisini verður strangari!

Øll40%

Ge42%

Dr39%

d) at filmstól verða sett upp at hava eftirlit við ferðsluni. Øll skulu altíð vænta at kunna verða tikin!

Øll41%

Ge43%

Dr42%

e) at bilarnir verða gjørdir tryggari og tryggari, við at teir verða betri tekniskt og gjørdir sterkari!

Øll35%

Ge30%

Dr40%

f) at meiri verður gjørt fyri at upplýsa um ferðsluvandar!

Øll52%

Ge59%

Dr45%

g) at bilarnir verða gjørdir so, at teir ikki kunnu koyra skjótari enn t.d 80 ella 100 km/t !

Øll23%

Ge26%

Dr18%

h) at aldursmarkið fyri at fáa koyrikort skal verður hækkað til t.d. 19 ella 20 ár!

Øll5%

Ge6%

Dr5%

*) viðmerking:

Einasta úrslit av raðfestingini, sum næmingarnir hava gjørt, sum skilur seg burtur úr er, at teir ikki halda, at aldursmarkið at fáa koyrikort skal verður hækkað til t.d. 19 ella 20 ár! Allir hinir møguleikarnir verða vektaðir á leið líka nógv. Ein lítil ábending er um, at meir eigur at verða gjørt fyri at upplýsa um ferðsluvandar, og serliga eru tað genturnar, sum halda tað.