Tey, sum hava fylgt eitt sindur við í amerikanskum politikki, ella bara eru áhugað í retorikki sum heild, hava havt nakrar stórar upplivingar hetta seinasta árið, tá eminenti røðarin, Barack Hussein Obama, hevur staðið á røðarapallinum.
Hetta upplivdu vit eitt nú í januar í fjør, tá hann talaði í Dr. Martin Luther King Jr.'s church, og aftur í fjørsummar í Berlin, har hann bar fram boðskapin um ein sameindan heim. Og tað verður seinur dagur áðrenn vit gloyma røðuna, sum Obama helt á sjálvum valdegnum, tá tað var greitt, at hann hevði sigrað yvir mótvalevninum McCain.
Hesar vóru megnar røður.
Nemandi, stórfingnar og sannførandi.
Tí bíða øll nú spent eftir setanarrøðu hansara, sum verður varpað út um allan heimin seinnapartin í dag, tá hann verður innsettur sum 44. amerikanski forsetin.
Enn er óvist, hvønn Obama fer at nevna ella endurgeva í røðuni. Fleiri eygleiðarar hava gitt, at røðan, sum Franklin D. Roosevelts helt í 1933, tá landið var í svárari kreppu, verður tikin fram aftur í dag. Her segði Roosevelt víðagitna setningin »the only thing we have to fear is fear itself«. Onnur vilja vera við, at Obama helst fer at vísa til eitthvørt brot frá borgararættindastríðsmanninum, Martin Luther King, sum hann eisini ofta verður samanborin við.
Í øllum førum verður hetta røðan frá einum manni, sum ivaleyst hevur annað í hyggju, enn bara at tøla eina fjøld av áskoðarum, ella at kenna súsið frá viðurkennandi lógvabrestum.
Einum manni, sum tykist at meina tað, hann talar um, og sum veit, hvat hann vil.
Klassiskar dygdir
Men 47 ára gamli Barack Obama er heldur ikki hvør sum helst.
Hann er maðurin, sum framum nakran í nýggjari tíð, hevur funnið øll tey klassisku retorisku amboðini og snildini fram aftur úr gloymskuni og gjørt tey til síni eyðkenni.
Minuttirnir eftir, at hann trínur niður av røðarapallinum seinnapartin í dag, standa lesandi og professarar í retorikki til reiðar at greina enn eitt meistaraverk frá Obama og skaranum av ráðgevum, sum leggja honum lag á, tá ið røðurnar verða til.
Vón, samanhald og felagsskapur eru afturvendandi evnini í røðunum, sum eru eyðkendar av hátíðarligum orðum, messandi rútmum, endurtøkum og passaligum pausum. Við einum sannførandi kropsmáli og einari djúpari og týðuligari rødd, spælir karismatiski Obama fyrst og fremst upp á kenslurnar, ella patos, hjá áhoyrarunum.
Tí er hetta eisini ein retorikkur, sum vit fyri langari tíð síðan hava vant okkum av við hesumegin Atlantshavi. Kanska tí tær vekja minni um tíðarskeið í søguni, sum vit eru minni errin av.
Men, amerikanum líkt, so letur Obama seg ikki binda niður; hvørki av fortíðini ella mótstøðufólkum. Og tí sleppa vit tíbetur aftur í dag at uppliva eitt stjørnuskot á røðarahimlinum úr Guds útvalda landi.
Idéalisman er vaknað
Nógv hava greinað retorisku og politisku gávur Obama.
Ráðgevi hansara, David Axelros, sum eisini hevur skipað fleiri onnur valstríð hjá demokratiskum valevnum, hevur sagt, at idealisman doyði við Kennedy. Men við Obama sum valevni varð idealisman vakt til lívs aftur.
Hesum er danska Heidi Jønch-Clausen ph.d.-lesandi á Center for Journalistik á SDU samd í. Hon hevur fylgt amerikanska valstríðnum frá fyrsta degi, á lestrarferð síni “over there”.
Á Videnskab.dk greina hon og Nanna Vestgård, retorikari frá fyritøkuni Rhetor, hvørji snildi Barack Obama brúkar í orðaleiki sínum.
Og niðurstøðan er greið: Obama vinnur hjørtu, tí hann talar til tað heila menniskjað. Hetta ger hann millum annað við klassisku retorisku amboðunum: logos, etos og patos, sum umboða ávikavist skil, persónligt trúvirði og kenslur.
Sum áður nevnt, talar Obama til felagsskapin og samanhaldið. Hetta heldur Heidi Jønch-Clausen sæst best aftur í herrópinum 'Yes, we can', sum varð endurtikið uppísaman undir valstríðnum.
Her verður móttakarin roknaður upp í og ikki útihýstur. Obama talar um okkum, og ikki um tykkum, sum vit kenna tað frá mótvalevninum McCain.
Sostatt er Obama ikki einsamallur, men partur av einari rørslu og virkisætlan, sum veljarin eisini kann kenna seg sum ein part av.
- Herrópið er positivt, opið og leypur ikki á. Heldur vísur tað á ein veg, sum Obama og veljararnir kunnu savnast um, sigur Heidi Jønch-Clausen.
Syngja sama lag
Nanna Vestgård samanber røðurnar hjá Obama við messandi sang, sum er eitt kent retoriskt amboð. Tí, á ein ella annan hátt talar sangur positivt til kenslur okkara.
Síðsta røðan, sum Obama helt áðrenn valið, fór fram í Canton, Ohio. Um hesa røðu sigur Nanna Vestgård:
- Hon er bygt upp sum ein sangur, við einari afturvendandi rútmu. Hetta ger, at vit verða sannførd, og tað er júst hetta, sum er endamálið við retorikkinum: at sannføra fólk.
Sama niðurlagið gongur aftur og aftur. Til dømis byrjar hon við “one week”, og hetta gongur aftur allan vegin ígjøgnum taluna, og endar hana eisini. Hetta verður rópt ein anaforur, og merkir, at setningarnir byrja eins fleiri ferðir. Tað gevur eitt gott refræn, ella niðurlag, við einari 1-2, 1-2-rútmu. Endurtøkurnar verða til ein sang, har vit kunnu syngja við, um vit vilja - eisini tá røðan er av. Eins og við orðunum “Yes we can”, sum allur heimurin longu kennir.
Elegant runublaking
Eitt annað, sum Nanna Vestgård hevur bitið merki í er, hvussu Obama megnar at spotta mótvalevnið, uttan at dálka seg sjálvan.
Áðrenn valstríðið segði Barack Obama, at hann ynskti ikki eitt valstríð við runublaking. Men hann er kortini ikki heilt so óspiltur, sum hann vil vera við.
Nanna Vestgård forklárar tað soleiðis:
- Í byrjanini av røðuni sigur hann, at republikanski politikkurin er gamal, troyttur og drepandi fyri skilagóðan politikk. Men í næsta setningi sigur hann, at McCain hevur tænt landinum við sóma.
Við hesum retoriska snildinum fær hann móttakarin at seta navnið hjá McCain í samband við orðini gamal, troyttur og drepandi. Elegant!
Lítil logikkur
Sum nevnt omanfyri, brúkar Obama allar teir klassisku retorisku grundarsteinarnar. Nanna Vestgård trívur eisini í tey trý kendastu hugtøkini: logos, etos og patos.
- Hann brúkar nógv meira patos (kenslur) og etos (persónligt trúvirði) enn logos (skil). Í byrjanini av røðuni tekur hann fíggjarliga veruleikan fram (logos), men hann verður ballaður inn í patos (kenslur). Uppísaman sigur hann orðini: ”Hetta er ikki broyting”, til dømis tá McCain vil brúka 700.000 dollarar til skattalættar hjá hvørjum einasta ríkmanni. Og ”hetta er ikki broyting”, tá McCain ætlar at geva 200 mia. dollarar til størstu fyritøkurnar. Boðskapurin um, at “hetta er ikki broyting”, sleppur eisini at enda røðuna, og hetta stendur eisini eftir í minninum hjá fólki, tá røðan er av, sigur hon.
Amerikanski dreymurin
Men tað eru ikki bara framúr góðu talugávurnar, sum gera, at Obama vinnur so nógv hjørtu. Sambært Heidi Jønch-Clausen er Obama ímyndin av øllum Amerika.
Hon greiðir frá, at Clinton spældi saxofon, fyri at vísa, hvussu herligur hann var. Og Bush var ein hugnaligur gubbi, tá hann bjóðaði fólki heima á garðin, har øll vórðu vinir. Og McCain var sanni patrioturin, sum setti lívið í vága fyri tjóðina undir Vietnam-krígnum.
Men Obama hevur eitt sindur av hvørjum.
- Hann er bæði svartur og hvítur. Hann hevur lisið løgfrøði á Harvard og er borgarararættindastríðsmaður frá politiska umhvørvinum í Chicago. Hann er alt Amerika og amerikanski dreymurin í einum persóni, og hann eggjar amerikanarum at trúgva upp á hendan dreymin: At við trúgv og vón og hørðum arbeiði, skal tað nokk ganga tað heila.
--
Røðurnar hjá Obama eru at finna á heimasíðum hjá heimspressuni og á YouTube.