Klokkan var lítið meiri enn farin av níggju í morgun, tá vit vóru inni á Café Natúr – ein túr. Har var næstan fullsett av skotum, men í mun til vanligu myndina tú ger tær av hesum fryntliga og lívliga fólkaslagi, var tað ikki øl, men kaffi og rundstykkir, teir heltu niðurum.
So hetta var fyri so vítt ein rólig løta hjá starvsfólkinum, men soleiðis hevur ikki verið teir seinastu dagarnar. Har hevur verið á tremur av skotskum fótbóltsviðhaldsfólki frá tí latið varð upp til latið varð aftur.
- Her hevur verið ein ótrúlig rúgva av skotum hesar dagarnar. Vit hava verið noydd at tilkalla eyka manning, og tað hevur verið úr at gera alla tíðina, sigur Ulla Poulsen, dagligur leiðari á Café Natúr.
Hon sigur, at tey hava verið noydd at hava durðavørðar alla tíðina fyri at halda skil á. Ikki at tey hava havt nakrar trupulleikar av gestunum, men bara stóra talið av vitjandi hevur gjørt tað neyðugt, at hava fólk at halda skil á.
Vanliga letur Café Natúr ikki upp fyrr enn klokkan 11 fyrrapart, men tey høvdu fingiði uppringing úr Skotlandi at vita, um tey kundu undantaksvís lata upp klokkan 8 í morgun, tí fleiri bussar av ferðafólki skuldu verða í Havn um hálvgum níggju-tíðina.
- So tí eftirlíkaðu vit. So nú borðreiða vit við kaffi og rundstykkjum. Vit spurdu okkum fyri, um til bar – við undantaksloyvi – at skeinkja fyrr enn vanligt, men tað bar ikki til. So inntil klokkan er 11, verður kaffi tað sterkasta, ið gestirnir fáa, segði Ulla Poulsen, tá vit hugdu framvið í morgun.