Úr Barentshavinum í Irmingarhavið


Eftir at hava gjørt tveir góðar túrar eystanfyri, er Enniberg nú á veg í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski.
.






Fiskivinna

500 tons í flaki í minni enn tveir mánaðir og góð søla í Grimsby.
Tað er ein góður túrur hjá flakatrolaranum, Ennibergi.
Mortan Johannesen, reiðari, sigur seg vera nøgdan við prísin, teir fingu fyri flakið í Grimsby.
- Tveir keyparar vóru til lastina, sum meginparturin var toskaflak.
Hann sigur, at Enniberg vanliga leggur veiðina upp í Grimsby, har teir hava rímiliga støðugar keyparar til fiskin.


Væl at fáa
eystanfyri

Reiðarin sigur, at fiskiskapurin eystanfyri hevur verið góður, bæði hendan túrin og túrin undan hesum, hóast hesin seinni túrurin var heldur betri í nøgd.
- Áðrenn Enniberg fór eystureftir hesaferð, lá skipið nakrar vikur í Saltangará, har
verksmiðjan varð broytt og nútímansgjørd.
Skipari á seinasta túrinum eystanfyri var Sonni Johannesen. Manningartalið var 38.
- Enniberg er nú liðugur við kvotuna í norskum sjógvi, men enn er nakað eftir av kvotuni í russiskum sjógvi, sigur Mortan.


Í Irmingarhavið

Enniberg roynir nú eftir kongafiski í Irmingarhavinum. Fiskurin verður avhøvdaður og frystur.
Skipari er Jógvan Líggjas Gregersen, og manningartalið er 30.
- Vit gjørdu tveir hampiligar túrar í Irmingarhavinum í fjør. Í løtuni er ikki greitt, um vit gera ein ella tveir túrar í ár, sigur Mortan Johannesen, reiðari.