GÍ
-Kensluliga kann hetta ikki sammetast við nakað annað, sum eg havi verið við til í míni tíð í fótbólti. Hetta gekk so ógvuliga skjótt fyri seg. Tað var heilt upp og so á botn og so uppaftur. Eg havi ikki vitað um sovorðið, helt GÍ hjálparvenjarin, Pauli Jarnskor, eftir at stríðið var lokið á Skála, og tað var greitt, at GÍ hevði fingið eyka møguleika at syrgja fyri sær sjálvum og plássinum í FORMULA DEILDINI.
- Tá ið vit tryggjaðu okkum FM heitið í Klaksvík í 1994, var tað eisini í síðstu løtu, at vit skoraðu avgerandi málið. Men ta ferðina var talan ikki um so stórar kensluligar rembingar, sum tað var hesa ferð. Í ein hálvan minutt vóru vit í 2. deild. Tað kendist fullkomuliga meiningsleyst, men tíbetur komu vit afturíaftur, áðrenn tað vóru stundir til at hugsa nakað serligt um, hvussu tann støðan hevði ávirkað GÍ.
Eru tit nøgdir við tykkara avrik?
- Vit kunnu ikki annað. Skála eigur gott fótbóltslið, og teir hava góðan venjara, sum vit kenna sera væl. Hjá okkum ráddi um bæði at stríðast og spæla, og tað eydnaðist. Onkrir spælarar vóru sera ivasamir, men teir vórðu pjøssaðir so mikið, at teir vóru førir fyri at fara á vøllin, og teir skulu allir eiga rós fyri, hvussu nógv teir løgdu í uppgávuna, heldur Pauli Jarnskor.