Kappróður
Fyri stórari viku síðani sótu tær umborð á Firvaldi ógvuliga vónbrotnar, tá ið róðurin millum 5-mannafør við gentum var av. Í heimasjógvi á Trongisvágsfirði vórðu tær snýttar av Báruni, sum ikki hevði luttikið í ár, og sum vann á jóansøku.
Á varmakeldu luttók Báran ikki, og á varmakeldu var eingin ivi. Firvaldur og Jallurin løgdu seg beinanvegin fremst, og Sílið royndi at hanga uppií.
Skjótt hevði Firvaldur vunnið seg eina hálva bátslongd framum Jallin, og Jallurin megnaði ongantíð rættiliga at svara aftur. Firvaldur var fyrstur á mál, og nú er sera tøtt kapping um FM. Bæði Firvaldur og Jallurin hava 31 stig.