Ræddi vitni til tøgn

Rættiliga sannlíkt var tað hetta ið hendi, tá ein maður í Føroya Rætti í gjár kúvendi og vendi øllum sínum undanfarnu frágreiðingum í rættinum baki. Einki av tí, ið maðurin framman undan hevði greitt frá, var nú hent.

At ræða fólk er einki ókent fyribrigdi innan rúsevnisheimin, og tað er eftir øllum at døma tað, ið er hent í sambandi við eitt rættarmál í Føroya Rætti í gjár.
Tað er í sonevnda Norröna-málinum, at ein annað ættarliðs dani stóð ákærdur fyri rúsevnissmugling. Talan er um eitt mál, har hesin danin kom til Føroya við Norrönu 21. februar í ár, og stutt fyri at skipið skuldi leggja at, tveitti danin ein pakka við amfetamini í havi saman við einum GPS-sendara.
Ætlanin var so, at siglast skuldi út við einum GPS-móttakara, sum skuldi finna pakkan. Men løgreglan hevði illgruna til danan, og tá hesin seinni møttist við føroyska makkaranum, handtók løgreglan teir báðar.
Føroyski maðurin varð í Føroya Rætti í apríl dømdur sekur í smugling av amfetamin, og fekk tvey ára fongsulsrevsing umframt 30.000 krónur í bót. Hendan dómin hevur føroyski maðurin kært inn fyri hægri rætt.
Í gjár var so danin í Føroya Rætti, ákærdur fyri seks forhold, har tey álvarsamastu vóru forhold eitt og forhold seks.
Forhold eitt snúði seg um júst smuglingina við Norrönu, har hann var ákærdur fyri at smugla 138,3 gramm av amfetamin til Føroya, og forhold seks snúði seg um hóttan eftir lívinum av áðurnevnda vitni. Hendan hóttan fór fram í varðhaldinum.
Forhold tvey snúði seg um ætlan at smugla eitt kilo av hassj til Føroya, forhold tvey snúði seg um at hava 30-40 gramm av kokain í varðveitslu. Forhold fimm snúði seg somuleiðis um varðveitslu, meðan forhold fýra snúði seg um hóttanir og harðskap.
Ákærdi játtaði seg sekan í forholdi eitt og seks, tó bert partvís.

Ikki fyrstu ferð
Ákærdi gjørdi sjálvur eina kúvending, tá hann varð avhoyrdur í rættinum. Hann hevði als ikki verið samstarvssinnaður í avhoyringunum hjá løgregluni, men í vitnisstólinum tosaði hann kortini og »greiddi frá øllum«.
Tað kom tískil eitt sindur óvart á ákæruvaldið – sum hevði ein spildurnýggjan ákæra í føroyskum høpi, Anne Oxbøll – at ákærdi var so opinskáraður. Hann greiddi nevniliga frá, at hetta ikki var fyrstu ferð, hann hevði smuglað rúsevni til Føroya, tað hevði hann gjørt tvær ferðir framman undan.
Hann var komin í samband við føroyska partin av smuglaraparinum gjøgnum ein felags vin, og hesin hevði sagt honum, at tað vóru nógvir pengar í rúsevnissølu í Føroyum.
Ákærdi var tí komin til Føroya at kanna málið. Hetta var við flogfari í september í fjør. Síðani segði hann seg hava fingið til uppgávu frá føroyska manninum at smugla 100 gramm av hassji til Føroya, og tað skuldi hann fáa 8.0000 krónur i ómaksløn fyri.
Tað gjørdi hann so og alt gekk væl. Hetta var í oktober 2010, og longu í november sama árið smuglaði hann fyri aðru ferð 100 gramm av hassji til Føroya við Norrönu, hesaferð innvortis. Talan var um 33 pakkar á 3 gramm, og aftur hesaferð gekst alt upp á stás.
Síðani var ákærdi aftur í Føroyum í desember, men hesaferð hevði hann einki rúsevni við sær, ætlaði bert at halda nýggjár í Føroyum.
So frægt høvdu tollararnir tó lagt merki til hann, at hann varð tikin til viks og skannaður fyri innvortis smugling.

Kúvending
Frágreiðingarnar hjá føroyinginum og hjá dananum vóru als ikki sambæriligar. Hvør skyldaði hin partin at verða høvuðsmannin.
Føroyingurin, sum í apríl varð dømdur fyri rúsevnissmugling, vildi vera við, at hann als ikki seldi rúsevni, men bert brúkti við hvørt. Smuglarin og høvuðsmaðurin var hinvegin danin.
Og tá spurningurin kom inn á, hvør stóð aftan fyri smuglingina við Norrönu 21. februar, og hvør kom við hugskotinum og ikki minst GPS’aranum, vóru teir báðir púra ósamdir. Tí meðan danin í rættinum í gjár oeikaði eftir føroyinginum, so hevur føroyingurin áður í Føroya Rætti greitt frá, at tað var danin, ið hevði biðið hann goymt GPS’arin fyri seg.
Men av tí at føroyingurin hevur kært sín dóm til Eystara Landsrætt, hevði hann rætt til ikki at svara spurningum um forhold, sum hann er dømdur í, og tann rættin tók hann sær.
Hann kundi tí bert vitna í forholdi fýra og seks. Men eftir at hann í tveimum umførumí Føroya Rætti – við grundlógaravhoyring og við revsimálinum – hevði greitt frá, at ákærdi danin bæði hevði hótt hann at gjalda 5.000 krónur og hevði sligið hann, greiddi hann í gjár frá, at eingin hóttan ella harðskapur var farin fram. Eisini noktaði hann fyri, nakrantíð at hava flutt pengar til ákærda – hóast tað var próvfast, at tað hevði hann.
Í forholdi seks, sum snúði seg um hóttan móti sær, segði hann seg einki hava hoyrt og einnki sæð.

Deyðshóttan
Men at ákærdi hevði hótt vitnið stóð rimmarfast, tá ein fongsulsbetjentur var førdur sum vitni. Og ákærdi hevði eisini partvís játtað seg sekan í hesi ákæru.
Sakin var hon, at tá ákæruvaldið vildi hava ioleringina longda, kærdi ákærdi til Eystara Landsrætt – og fekk viðhald.
Men av tí at fongsulsmanningin onkursvegna var vitandi um, at ákærdi hevði sett hóttanir fram móti vitninum, gjørdu teir av at flyta ákærda til Danmarkar til Vestre Fængsel at sita restina av varðhaldstíðini. Teir boðaðu tí ákærda frá, at hóast hann ikki skuldi sita isoleraður, skuldi hann sita í einarúmi til morgunin eftir, tá hann skuldi sendast til Danmarkar. Vitnið slapp eisini úr isolatión, og tann støðan varð tí mett sum ov álvarsom.
Men hesi boð fullu langt frrá í góða jørð, og eftir at verða læstur inn aftur í klivan, tveitti ákærdi runt við møblunum í klivanum, eitt nú sjónvarpinum. Fongsulsbetjentarnir gjørdu tí av at maðurin mátti takast við hørðum, og sum sagt so gjørt. Ákærdi varð lagdur i hondjørn og skuldi síðani førast á aðra hædd, men tá ákærdi kom fram við klivan hjá vitninum, gjørdist hann frá sær sjálvum.
Sambært fongsulsbetjentinum ýldi hann: »Du er en død mand, »BLIP«, vi ved hvor du er«. So stóra mótstøðu gjørdi hann, at allir tríggir fongsulsbetjentarnir saman við ákærda endaðu á gólvinum.
Ákærin gjørdi greitt, at ákærdi átti at dømast í øllum forholdum og revsingin átti ikki at verða minni enn trý ár. Verjin hinvegin metti ikki, at ákærdi kundi dømast í forholdunum tvey til fimm og metti, at revsingin ikki átti at fara upp um eitt ár og seks mánaðir.
Av tí at vitnið ikki tordi at standa við undanfarnar frágreiðingar, hevði dómarin ongan møguleika enn at døma eina lutfalsliga lina revsing á tvey ára fongsul umframt eina bót á 30.000 krónur.
Tað sum kortini stendur eftir er, hví umrødda vitni gjørdi eina slíka kúvending, og heilt forkastaði allar undanfarnar frágreiðingar.