Røddu um handilsavtalur

Fundur var á Tinghúsloftinum seinnapartin hósdagin, har løgtingsmenn hittu forsætisráðharran

Seinnapartin hósdagin var fundur á Tinghúsloftinum, har formanskapurin í Løgtinginum hevði sett forsætisráðharranum stevnu.

Umframt formansskapin vóru eisini aðrir tingmenn við, soleiðis, at allir flokkar vóru umboðaðir.

Fundurin var settur at vera klokkan 15, og skuldi eftir skránni verið liðugur klokkan 16.3o, tá tíðindafundur skuldi vera á Hotel hafnia.

Men hóast løgmaður var á HotelHafnia til ásetta tíð, noyddist hann at bíða meira enn hálvan tíma eftir forsætisráðharranum, tí fundurin á Tinghúsloftinum dróg út.

Eftir fundin á Tinghúsloftinum varð Poul Nyrup Rasmussen spurdur, hvat varð viðgjørt á fundinum.

Við sínum vanliga væl innlærda diplomatiska snildi, svaraði hann, at tað hevði verið ein fundur við góðum samrøðum um trý evni.

Búskaparligu gongdina í Føroyum, europeiskar spurningar frá komandi handilsavtalum til Evruna og føroyskt fullveldi.

Góðar, fríar og ógvuliga skilagóðar samrøður, lat hann at.

Konkret úrslit spurdust ongi úr fundinum, men klár sjónarmið, sum gjørdu, at allir fundarluttakararnir gjørdust klókari upp á framtíðina, segði forsætisráðharrin.

Ógjørligt er at fáa forsætisráðharran at siga nakað konkret um, hvørja støðu hann sjálvur og Danska stjórnin hava til føroysku fullveldisætlanirnar.

Hann svara konsekvent, at hann hevur onga tíðarfreist sett. Hann lurtar eftir føroyingum bíðar eftir tí føroyska útspælinum.

Bólturin liggur alla tíðina framman fyri føroyska brotsteiginum.

Og sambært Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, hava føroyingar heldur onga heilt konkreta dagfesting sett á fullveldið.

Hóast Høgni Hoydal beint eftir fundin millum Landsstýrið og forsætisráðharran í Tinganesi hósdagin segði, at hann hevði kunnað Poul Nyrup Rasmussen um, at hann væntaði at hava málið avgreitt í hesum árinum.