Rådet for større Dæksikkerhed

Umframt Rådet for større Trafiksikkerhed hava danir eisini Rådet for større Dæksikkerhed, sum varð sett á stovn í 1991 við tí endamáli at upplýsa bæði forbrúkarar og almenningin um dekk, serliga út frá einum ferðslutrygdarsjónarmiði.

Ráðið upplýsir um lóggeving og ásettar reglur, sum eru galdandi fyri dekk, við tí endamálið at viðvirka til størri ferðslutrygd.
 
Í ráðnum eru umboð fyri Dækimportørforeningen, FDM, Teknologisk Institut, Applus+ Danmark A/S, Fabrikantforeningen for Regummierede Dæk i Danmark, og Dæk Specialisternes Landsforening.
 
Formaður í Rådet for større Dæksikkerhed er Torben Skovgaard, sum alt sítt lív hevur verið virkin í dekkbransjuni.