Travel Mart
Leiðarin á Hotel Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Jóan Karl Høgnesen, var partur á íslendsku luttøkuni á Vestnorden Travel Mart.
Framsýningar-og fundarøkið var býtt soleiðis upp, at útbjóðarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi vóru líka sum plaseraðir hvør fyri seg á stóra Scandic Copenhagen hotellinum, men stutt var ímillum fundarborðini og fundarhølini, og gangandi var ímillum hjá øllum
Jóan Karl var einsamalt umboð hjá Ørkini, har hann hevur starvast sum leiðari seinastu 15-16 mánaðirnar.
Hann helt, at tað virkaði kanska eitt sindur undarligt sum føroyingur at vera við í íslendska partinum, tá føroyskir útbjóðarar eisini eru við.
- Men vit eru í Íslandi, og tað er her, vit virka. Mær dámar væl í Íslandi, og vit hava tað gott her yviri. Vit hitta nógv fólk, bæði føroyingar, íslendingar og útlendingar annars, sum koma til landið.
Gamalt og nýtt
Jóan Karl sigur, at tá Vestnorden Travel Mart var í Íslandi í fjør, hevði Ørkin bás, men tá var hann lítið við sjálvur, tí hann so nýggjur innan hetta økið.
- Men á stevnuni hesaferð eri eg einsamallur, leggur hann aftrat.
Leiðarin á Ørkini sigur, at tey hava samband við nógvar ferðaskrivstovur og nógv fólk, sum fáast við ferðavinnu.
- Vit vilja tí gjarna vera við, soleiðis at vit í fyrsta lagi fáa høvi at heilsa upp á tey fólk, vit dagliga samstarva við.
Hann ásannar, at ein slík stevna sum Vestnorden Travel Mart í stóra mun snýr seg um at halda verandi sambond við líka.
- Og so vóna vit sjálvsagt eisini at hitta onkran nýggjan keypara, sum hevur hug at koma til Íslands.
Nógv at bjóða
Jóan Karl sigur, at á ferðavinnustevnuni fært tú nógv sambond, og fleiri fara avstað aftur við faldara, sum sigur, hvat tú hevur at bjóða.
- Um ikki so nógvar avtalur verða gjørdar júst á stevnuni, hevur tú skapt tær nýggj sambond, sum okkurt kann spyrjast burtur úr, tá samskifti partanna millum heldur fram. Eg haldi, at tað er positivt at vera við sum útbjóðari, men um vit skulu verða við, hvørja ferð Vestnorden Travel Mart verður hildin, er so ein annar spurningur, heldur hann.
Leiðarin á Ørkini leggur aftrat, at hann á stevnuni eitt nú hevur havt fýra fundir við ferðaskrivstovur úti í Evropa, og hetta vóru alt fundir, sum eru avtalaðir frammanundan.
- Eg haldi, at Ísland hevur nógv at bjóða ferðafólki, sum eitt nú kunnu fara út at hyggja at hvalum, tey kunnu fara fiskitúrar av ymiskum slagi, nógv áhugaverd støð eru at vitja í bussi – og so er tað ikki minst heitu keldurnar og heita vatnið, sum dregur fólk til landið.
Nógvar gistingar
Á Vestnorden Travel Mart segði íslendski ferðavinnuráðharrin, Katrín Júlíusdóttir, at eini 12% fleiri ferðafólk hava vitjað í Íslandi í ár enn somu tíð í fjør.
Jóan Karl sigur, at Ørkin hevði umleið 7.000 gistingar í fjør, og hann heldur, at talið av gistingum í ár verður minst líka so stórt.
- Jú, vit hava eisini merkt, at fleiri ferðafólk hava vitjað í Íslandi í ár enn í fjør, og vit hava ikki havt minni at gera í ár.
Hann ásannar, at ein orsøkin til veksandi
ferðafólkatalið er lága íslendska krónuvirðið saman við tí forvitni, sum nógva umrøðan hevur skapt um landið, ið hevur verið so hart rakt av fíggjarligari kreppu.
- Vit hava tó ikki merkt nakað serligt til kreppuna í Íslandi.
Jóan Karl sigur, at tá hann kom til Íslands at
Arbeiða fyri hálvum øðrum ári síðan, stóðu nógvir stórir kranar og sveiggjaðu í sambandi við ta nógva byggivirksemi, sum var.
- Í dag er at kalla alt hetta virksemi steðgað upp, og tú sært neyvan ein tann einasta krana flyta seg. Soleiðis standa eisini nógvir bygningar hálvlidnir.
Leiðarin á Ørkini sigur, at sjálvandi skilja tey á
fólki, at nógv hava mist arbeiði, og at peningurin røkkur ongan veg.
- Nógv fólk eru soleiðis í eini truplari støðu, leggur hann aftrat.
Pensjóneraður
Jóan Karl Høgnesen fór í starv sum leiðari á Ørkini í Reykjavík eftir, at hann var vorðin pensjóneraður.
Í samfull 23 ár tilsamans starvaðist hann hjá donsku sjóverjuni – í fleiri ár sum yvirmaður og skipari, men hann hevði eisini onnur størv, sum høvdu tilknýti til donsku sjóverjuna. Soleiðis starvaðist hann eisini á Marinustøðini í Føroyum í eini trý ár.
- Í nøkur ár var eg leiðari í sonevnda ”situatiónsrúminum” á flotastøðini hjá sjóverjuni í Frederikshavn, og í hesum tíðarbili var eg eitt hálvt ár í Irak, har vit vóru partur av serligari deild, sum skuldi hjálpa lokala fólkinum í Irak í gongd aftur. Eg hevði tá stutt frammanundan starvast í eitt ár á markinum millum Kuwait og Irak.
Jóan Karl Høgnesen sigur, at hann hevur havt eitt ávíst tilknýti til sjómansmissiónina, og hann hevur altíð havt áhuga fyri tí arbeiði, sum sjómansmissiónin ger. Ígjøgnum árini, sum siglandi, hevur hann eisini havt eitt ávíst tilknýti til sjómansheimini.
- Eg helt tí, at tað kundi verið áhugavert at tikið eitt tørn á Ørkini í Reykjavík, og tað havi eg so gjørt. Ætlanin var í fyrsta lagi at vera á sjómansheiminum í tvey ár. Um eg komi heim aftur komandi summar – ella, um eg verið her nakað longri, fer tíðin at vísa, sigur leiðarin á Hotel Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík í práti á Vestnorden Travel Mart.