Úr ellivu niður í fimm læknadømi

Stórar broytingar skulu til fyri at fáa fleiri kommunulæknar. Eitt nýtt álit um nýggja kommunulæknaskipan varð lagt fram fyrrapartin Seinastu árini er talið av kommunulæknum í føstum starvi støðugt minkað, og fyri tveimum árum síðan samdust Kommunulæknafelag Føroya og Heilsumálaráðið um, at nú mátti okkurt gerast.

Ein verkætlanarbólkinum hevur síðan arbeitt við spurningum, og nú er álitið so komið.

Tá ið álitið varð lagt fram, segði Jaspur Petersen, formaður í Kommunulæknafelag m.a., at bara 18 og eitt hálvt av teimum 28 størvunum eru sett, og at helvtin av kommunulæknunum er yvir 60 ár.

Hann vísti á, at álitið er gjørt úr frá, hvat teir yngru læknarnir hava ikki hug at arbeiða fyri seg sjálvan. Teir vilja heldur hava eitt fakligt umhvørvi.

Í álitinum verður tí mælt til at skerja talið av læknadømunum úr ellivu niður í fimm, og at hvørt læknadømi skal hava heilsumiðstøð, har kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður, heilsurøktarar og onnur skulu arbeiða.