Fyrrverandi málrevurin hjá HB, Uni Arge hevur seinastu tíðina arbeitt við síni fyrstu egnu tónleikaútgávu. Fløgan, ið verður tikin upp og ljóðblandað í JakZac Studio, verður væntandi í handlunum í oktober.
- Tilfarið á fløguni er melodiskur fólkatónleikur við einum sterkum ráka av poppi og rokki, sigur Uni Arge.
Á fløguni eru tilsamans 12 sangir, sum Uni sjálvur hevur sett orð og løg til. Teir snúgva seg m.a. um kærleika, skilnað, friðsælu, mótfalni, framfýsni, óvissu, vegamót, veður og jantelóg. Dentur er lagdur á, at tekstir og tónleikur skulu sita, svinga og røra, greiður Uni frá. Upprunaliga hevði Uni eini 30 løg at velja millum, men í samstarvi við framleiðaran hevur Uni skorið talið niður á hesi 12 løgini.
Ikki óroyndur á tónleikapallinum
Hóast Uni er betri kendur úr øðrum sambondum, sosum málvandamikil framherji hjá HB og á landsliðnum, sum tíðindamaður, samskiftisfólk og seinastu tíðina sum sjónvarpsvertur í FSF-varpinum, so er Uni ikki spildurnýggjur á tónleikapallinum. Umframt at vera framúr góður undirhaldari við gittaranum í sosialum samanhangum, so hevur hann fyrr gjørt sangir við ymisk høvi. Á fløguni “Síðsta skríggj” hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd frá 1997 gjørdi Uni allar 13 sangtekstirnar, og á HB 100-fløguni frá 2004 gjørdi hann orð og lag til tríggjar sangir. Eisini havi Uni onkuntíð gjørt vísur til útvarpssendingar.
Stundin var komin
Uni Arge greiður frá, at hann helt stundina vera komna at gera eina heila fløgu í egnum navni.
- Eg havi leingi ætlað hetta, men fekk ongantíð stundir, tá eg spældi fótbólt.
Í fyrstu syftu er ætlanin at geva fløguna út í Føroyum, men kannað verður, um marknaður er fyri tilfarinum í Íslandi. Um hetta vísir seg, er ætlanin eisini at marknaðarføra og selja fløguna har.
- Eg spældi fótbólt í Íslandi frá 1998 til 2000, so onkur sambond havi eg tann vegin, sigur Uni.
Royndir hjálparmenn
Fløgan er skapt í samstarvi við eina aðra gamla fótbólthetju, HB’aranum og NSÍ’aranum Niclasi Johannesen. Niclas, ið fyri skjótt nógvum árum síðan býtti gaggurnar um við gittaran er framleiðari á fløguni og spælir eisini gittar. Løgini eru løgd til rættis av Una, Niclasi og manninum handan JakZac Studio Jákupi Zachariassen Teir tríggir spæla eisini gittar á fløguni. Trummur og bass spæla James Olsen og Jóhannus á Rógvu Joensen.
Á myspace síðuni hjá Una myspace.com/uniarge, liggur nú eitt filmklipp, har Uni bjóðar innar í upptøkuhølið, har hann saman við Kristoffur Mørkøre er í ferð við at ljóðblanda fløguna. Uni spælir løg av fløguni og greiður eitt sindur frá um, hvussu fløgan er blivin til.