Tað hevur gingið skjótt fyri seg hjá Bergi Midjord, síðani hann kappingarárið 2004 trúfast spældi á 2. deildarliðnum hjá B36. Eftir bert einum ári hevur hann vunnið sær fast pláss á liðnum hjá B36, og hann hevur eisini havt avgerandi leiklut, tá ið árstalsfelagið, sum tað fyrsta í føroyskari fótbóltssøgu, spældi seg víðari í evropeiskum fótbólti.
Gekk skjótt fyri seg
At Bergur skuldi fáa eitt slíkt gjøgnumbrot, sum hann fekk í fjør, kom eisini óvart á unga álopsleikaran sjálvan.
- Eg hevði undan farna kappingarári vónað, at eg fór at fáa nakrar dystir á besta liðnum hjá B36, men hópurin var so mikið sterkur, at eg tordi ikki vænta, at eg fór at vinna mær fast pláss. Men tað gekk væl, og venjarin vísti mær álit. Samstundis gekk tað væl hjá liðnum, og eg haldi sjálvur, at eg tók av møguleikanum, ið eg fekk, sigur Bergur Midjord, sum tó viðgongur, at tað gekk skjótari fyri seg, enn hann hevði væntað, við at vinna fast pláss á B36-liðnum.
Millum minningarríkastu løturnar hjá Bergi farna kappingarár vóru ivaleyst dystirnir í UEFA-Cup kappingini móti ÍBV úr Íslandi og FC Midtjylland úr Danmark. Í fyrra dystinum móti íslendska liðnum á útivølli, sum endaði 1-1, stóð Bergur fyri einum ógvuliga týdningarmiklum útivallarmáli, og tá ið íslendingar vitjaðu í Føroyum á ólavsøku, syrgdi Bergur fyri altavgerandi sigursmálinum í 2-1 sigrinum. Bergur taldist somuleiðis millum málskjúttarnar, tá ið FC Midtjylland vitjaði í Føroyum í 2. umfari, sum B36 tó tapti samanlagt.
Móti endanum av kappingarárinum kom Bergur eisini í landsliðshitan, tá ið hann í sambandi við okkurt avboð, fekk boð um at koma við landsliðnum til seinasta HM-undandystin móti Ísrael á útivølli.
B36 kemur í fyrstu røð
Hóast Bergur nú er við at vinna seg inn í landsliðshitan og má metast sum ein framtíðarspælari á føroyska landsliðnum, so dylur hann sjálvur ikki fyri, at landsliðið kemur í aðru røð.
- Hjá mær er tað fyrst og fremst B36, ið tað snýr seg um. Landsliðið er sjálvsagt ein ógvuliga stór gularót, men fyrst og fremst snýr tað seg um hjá mær at gera tað gott í B36, so at vit kunnu endurvinna meistaraheitið, sigur Bergur Midjord.
Ungi áleyparin, sum sjálvur heldur seg verða meiri ein vong enn áleypara, hevur góðar vónir undan kappingarárinum.
- Eg haldi, at hópurin í ár er eins sterkur, sum hann var í fjør, tá ið vit gjørdust meistarar. Vit hava mist nokk so nógv í álopspartinum, men nýggir spælarar eru eisini komnir til, og eg haldi, at vit eru ikki veikari í álopspartinum. Hinvegin er tað ein stórur missur, at vit hava mist Pól Thorsteinsson, tí hann var stýrmaðurin á liðnum. Hvør skal fylla plássið út eftir hann, er ilt at siga, men kanska verður tað Herbert í Lon, heldur Bergur Midjord.
Sjálvur heldur Bergur eisini, at hópurin hjá føroyameistarunum er so mikið sterkur og breiður, at teir aftur í ár kunnu vinna meistaraheitið.
-Tað haldi eg avgjørt. Eg haldi, at vit í B36 í ár kunnu hava tann málsetning, at vit skulu vinna greipuna. Tað hava vit fólkið til, men tað krevur sjálvsagt, at allir mans gera sítt besta, sigur Bergur Midjord.
Spurdur, hvørji lið verða harðastu kappingarneytarnir, sigur Bergur Midjord, at tað er eitt sindur ilt at siga.
- Eg rokni við, at HB og NSÍ verða drúgv í ár, men hinvegin vænti eg ikki, at Skála fer at standa seg eins væl og teir hava gjørt tey bæði undanfarnu árini. Eg vænti eisini, at KÍ og EB/Streymur koma at standa seg væl, sigur Bergur Midjord.