Úr fyriklæðnum í politisku jarnhandskarnar

-Eg havi tíverri havt eitt ótal av persónum tætt inni at mær, men sum síðan hava stungið meg í bakið. Úrslitið er, at tú ansar væl eftir, hvønn tú hevur við at gera, og tú hevur torført við at fáa álit á politikarum og fólkum annars. Tíverri eri eg einasti persónur, sum eg líti á, sigur fyrrverandi heimahjálparin og iron lady í donskum politikki, Pia Kjærsgaard.

Christiansborg:
 
Hon býtir danskarar sundur. Neyvan hevur nakar danskur politikari birt undir so sterkar kenslur sum hon seinastu árini. Fleiri vilja vera við, at hon er størsta politiska succes`in í nýggjari tíð. Hon er ovast á politisku tindunum, og í løtuni telist hon millum valdsmiklastu politikararnar í Danmark. Kanningar vísa, at hon er tann politikarin, sum flest fólk - eisini tey, sum ikki fylgja við í politikki - kenna best og hava eina hugsan um. Hennara ferð ímóti politisku hæddunum hevur verið rættiliga óvanlig. Hon verður kallað myrkursins drotning og er nationalistur við stórum N. Samstundis hevur hon tann ivasama heiður at vera millum mest hataðu politikararnar bæði í Danmark og uttanlands.
 
Sosialurin hevur hitt forkvinnuna í Danska Fólkaflokkinum, Piu Kjærsgaard.
 
Húsmóðurin fær nokk
Hvussu er og ikki, so er tað torført at koma uttan um Piu Kjærsgaard. Sum triðstørsti flokkur á Christiansborg og parlamentariska grundarlagið hjá Fogh-stjórnini, hava Danski Fólkaflokkurin og Frú Kjærsgaard havt ein rættiliga avgerandi leiklut í donskum politikki síðan 2001. Valdið hevur hon eisini dugað at nýtt til fulnar, tí Danski Fólkaflokkurin hevur veruliga sett síni fingramerki á politikkin hjá stjórnini. Besta dømi er uttan iva herda útlendingalóggávan. 
Hjá keypmannahavnaragentuni Piu Kjærsgaard lá tað kortini ongantíð í kortunum, at hon skuldi nýta stóran part av lívi sínum í politikki. Sum tannáringur vildi hon liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Hennara hægsta mál var at gerast heimagangandi húsmóðir, sum hjúklaði um mannin og børnini.  20 ára gomul verður hon gift, og stutt eftir fáa hon og maðurin fyrsta barnið. Meðan Pia Kjærsgaard er heima og ansar børnum, selir maðurin kaffi fyri at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman. Miðskeiðis í sjeytiárunum fær hon nóg mikið av at baka kakur og smyrja matpakkar. Pia Kjærsgaard vil vinna sín egna pening, og hon byrjar at arbeiða hálva tíð sum heimahjálp.
                      Samstundis sum hon fer at arbeiða sum heimahjálp, kveikist áhugin fyri politikki. Hon er serliga hugtikin av anarkistiska løgfrøðinginum av Bornholm, Mogens Glistrup, og flokki hansara, Framburðsflokkinum. Í stillum byrjar hon at ganga til fundir hjá Framburðsflokkinum, og í 1978 teknar hon seg sum lim í flokkinum. Aðalmálið hjá Framburðsflokkinum í sjeytiárunum er fyrst og fremst at avtaka inntøkuskattin, men fyrst í áttatiárunum skiftir flokkurin kós. Nýggja aðalmálið er óttin fyri mongu innflytarunum til Danmarkar.  Fyrst í áttatiárunum ber Pia Kjærsgaard fyri fyrstu ferð fram síni sjónarmið um mongu innflytararnar í Danmark. Heima lurtar hon eftir útvarpinum, og danska útvarpsrásin P3 sendir kvøðuljómarnar. Upplesari henda seinnapartin er ein innflytari, sum ikki tosar reint danskt.
                      -Eg gjørdist ørg um, at innflytararar lósu upp í Danmarks Radio, tí teir dugdu ikki danskt til lítar. Hetta hevur okkurt við at gera, at eg eri donsk, og mær dámar væl Danmark, skrivar Pia Kjærsgaard í síni sjálvævisøgu.
 
Missir valdið
Miðskeiðis í áttatiárunum gerst Pia Kjærsgaard sjónligari  danska politiska kjakinum. Hon sleppur at royna seg í Fólkatinginum fyri Framburðsflokkin, og fjølmiðlarnir venda sær alsamt meira til hennara, tá sjónarmiðini hjá Framburðsflokkinum skulu berast fram. Samstundis missir hon meira og meira virðing fyri sínu politisku fyrimynd, Mogens Glistrup. Seinast í áttatiárunum gerst hon troytt av hansara sera víðgongdaog anarkistiska politikki, og fyrrverandi heimahjálparin velur tí at taka dystin upp við hann um valdið í flokkinum.
Pia Kjærsgaard vinnur á gomlu fyrimyndini, men innanhýsis stríðið millum hana og Mogens Glistrup heldur fram í fleiri ár. Teirra innanhýsis stríð kemur í hæddina á landsfundinum hjá Framburðsflokkinum í 1995, tá hon verður noydd at lata valdið í Framburðsflokkinum frá sær. 
                      -Tað var ómetaliga hart fyri meg at missa valdið í Framburðsflokkinum. Eg hevði stríðst fyri flokkinum í 10 ár, og eg var ólukkulig, tí eg hevði verið við undirlutan. Tað er uttan iva mítt harðasta politiska tap, greiðir Pia Kjærsgaard frá. 
Eftir landsfundin velur Pia Kjærsgaard at seta ein nýggjan flokk á stovn. Heitið á flokkinum verður Danski Folkaflokkurin.
 
Sigurin
Tað vóru ikki mong í 1995, sum góvu nýggja Danska Fólkaflokkinum stórvegis møguleika at klára seg.  Fjølmiðlarnar, politikarar og serfrøðingar væntaðu, at nýggi flokkurin hjá Piu Kjærsgaard fór at vera ein døgnfluga, og framtíðin hjá henni í politikki sang sítt seinasta ørindi. Ein danskur miðil fór so langt sum at skíra Danska Fólkaflokkin sum endaligu politisku fosturtøkuna hjá Piu Kjærsgaard.
                      Líka legði hon í. Uttan fyri Runda Tårn í Købmagergade savnar Pia Kjærsgaard tær neyðugu 20.000 undirskriftirnar fyri at sleppa at stilla upp til fólkatingið. Á fyrsta valinum í 1998 tekur flokkurin øll á bóli og kemur syngjandi inn. Síðan fyrsta valið er flokkurin styrktur hvørja ferð, og Danski Fólkaflokkurin er í dag triðstørsti flokkur. Fyrrverandi heimahjálparin er heldur ikki í iva, tá hon verður spurd, hvat hennara størsta politiska avrik er seinastu 20 árini á Christiansborg.
                      -Tað er uttan iva verkætlanin Danski Fólkaflokkurin. Tað var eingin, og eg meini eingin, sum trúði upp á okkum, bara vit sjálvi. Tað hevur verið ein harður og drúgvur dystur, men vit kunnu ikki annað enn fegnast um úrslitið í dag. Flokkurin kom fyrstu ferð á ting í 1998, og nú sita vit við 22 fólkatingslimum og eru parlamentariska grundarlagið. Tað fløvar, sigur Pia Kjærsgaard brosandi.  
 
Harðir dystir
Gjøgnum sítt politiska lív hevur forkvinnan í Danska Fólkaflokkinum verið í gjøgnum eina rúgvu av politiskum dystum. Í Framburðsflokkinum leikaði mangan hart á, og limirnir hildu seg ikki aftur við at kasta runubløk eftir hvørjum øðrum í fjølmiðlunum. Hon hevur eisini stýrt Danska Fólkaflokkinum við harðari hond, og hetta hevur eisini havt við sær, at hon hevur valt at útihýsa fleiri limum úr flokkinum.
Spurd, hvussu mongu dystirnir á politiska leikvøllinum hava ávirkað hana, svarar Pia Kjærsgaard:
-Tað hevur verið ómetaliga hart til tíðir. Eg haldi kortini, at eg livi eitt reiðiligt lív, eri ærlig og hugsi nógv um míni nærmastu. So kunnu fólk halda tað, tey vilja, um meg.
Forkvinnan í Danska Fólkaflokkinum leggur afturat, at hon er ógvuliga varin við at lata fólk koma ov tætt inn at sær.
-Eg havi tíverri havt eitt ótal av persónum tætt inni at mær, men sum síðan hava stungið meg í bakið. Úrslitið er, at tú ansar væl eftir, hvønn tú hevur við at gera, og tú hevur torført við at fáa álit á politikarum og fólkum annars. Maður mín hevur altíð sagt við meg, at eg eri tann einasti persónurin, eg havi álit á. Hesum uppáhaldi havi eg víst aftur í nógv ár, men hetta er tíverri sannleikin, sigur ein bersøgin Pia Kjærsgaard. 
 
Hatursfuglur
Navnið Pia Kjærsgaard fær ómetaliga nógvar kenslur fram í fólki. Sum forsprákari fyri einum herdum útlendingapolitikki, og mangan við einum hvøssum tóna, hevur forkvinnan í Danska Fólkaflokkinum seinastu árini fingið mangt sinni í kók. Javnan má hon leggja rygg til ókvæmisorð, ið verða rópt eftir henni á gongugøtuni. Fyri nøkrum árum síðan varð Pia Kjærsgaard álopin á alljósum degi á Nørrebro av nøkrum autonomum og innflytarum. Skelkandi álopið hevði við sær, at hon valdi at fáa sær vaktarfólk at verja seg móti møguligum ágangi. 
                      Spurd, um hon ongantíð hevur hugsað, at politikkur ikki er tað stríðið vert, svarar hon avgjørd:
-Nei ongantíð! Hóast vanliga fatanin er, at tað eru nógv, sum vilja mær ilt, so mást tú eisini leggja tær í geyma, at tað er bara forsætisráðharrin, sum fær fleiri persónligar atkvøður enn eg í løtuni. Við øðrum orðum er tað eisini ein rúgva av fólki, sum dámar politikaran, Piu Kjærsgaard. Eg vil siga, at 85 % av fólkunum, eg møti, eru fitt og fryntlig, men hinvegin eru hini 15 % hørð at hitta. Sjálvandi ávirka slíkar hendingar sum tann á Nørrebro, men letur tú tær slíkt lynda, so góðtekur tú, at mótparturin vinnur. 
Pia Kjærsgaard dugir ikki at seta orð á, hvat tað er, sum fær hana at halda fram í politikki eftir so mong ár. Politikarar verða mangan lagdir undir at vera valdsgreðingar, og tí seti eg henni spurningin, um í hvussu stóran mun tað er valdið, sum drívur hana sum politikara?
-Tú mást minnast, at eg ikki altíð havi havt vald á Christiansborg, og tá dámdi mær líka væl at vera her. Hinvegin er tað ein hugburður, sum sigur, at tað er skeivt at dáma vald, og tað skilji eg ikki. Vit sita sjálvandi her fyrst og fremst orsaka av valdi. Eg kann ikki brúka valdið til nakað sjálv, men mær dámar ómetaliga væl at vera við, har avgerðir verða tiknar, soFogh-stjórnin ikki kann gera stórvegis uttan meg, sigur hon brosandi og argandi.  
Dámar tær væl at vera í andglettinum?
-Ja mær dámar væl at vera í andglettinum. Eg eri ikki bangin fyri fólki, og mær dámar væl at vera í fjølmiðlunum. Hevði mær ikki dámt tað, so havi eg snøgt sagt skeivt arbeiði.
 
Churchill og Hirsi
Fyrsta veruliga politiska fyrimyndin hjá forkvinnuni í Danska Fólkaflokkinum var Mogens Glistrup. Tey komu kortini upp at táttast, og hvørgin partur hevur í dag stórvegis gott at bera hinum. Spurd, hvørjar politiskar fyrimyndir hon hevur í dag, svarar hon:
-Winston Churchill var ein fantastiskur persónur. Hann var sterkur í mótgongd, og so var hann tjóðskaparligur og ein løgin snigil.
Stóra fyrimyndin hjá Piu Kjærsgaard júst í løtuni er niðurlendskii tinglimurin, Ayaan Hirsi Ali. Hon er upprunaliga úr Somalia, og er kend sum ein atfinningarsom rødd av islam. Í 2004 varð hon kend um allan knøttin, tá hollendski filmsleikstjórin, Theo van Gogh, varð myrdur. Ayaan Hirsi Ali skrivaði handritið til filmin Submission, sum legði islam undir at kúgakvinnur. Ayaan Hirsi Ali hevur sum úrslit av sínum sjónarmiðum eitt Fatwa í móti sær í dag.
-Eg vil øgiliga fegin hitta hana, tí hon er so fantastiska sterk. Eg havi sæð hana í sjónvarpinum mangan, og hon virkar eyðmjúk, stillfør, men samstundis er hon ómetaliga sterk, heldur Pia Kjærsgaard.
Sært tú nakað í henni, sum minnir um teg?                
- Ayaan Hirsi Ali hevur tað nógv verri enn eg. Hon er muslimur, og tískil er lættari at berjast móti islamistunum, tí hon kann siga nógv, sum eg ikki kann. Hon hevur hinvegin eitt Fatwa móti sær, sum má vera ræðuligt, Hon er stutt sagt ein ótrúliga sterk kvinna, sum eg havi stóra virðing fyri.
Í vikuni kom undan kavi, at Ayaan Hirsi Ali upprunaliga leyg fyri at fáa asyl í Hollandi, og sum úrslit av tí hevur hon valt at taka seg úr hollendskum politikki. Ayaan Hirsi Ali flytur í næstum til USA at búgva, har hon fer at arbeiða á einum sonevndum tænketank í Washington.
 
Forsætisráðharri
Pia Kjærsgaard hevur gingið á Christiansborg í skjótt 20 ár. Hon gongur ímóti teimum 60, men kortini er politiski hugurin so góður sum ongantíð. Hon dugir ikki at siga, nær hon fer at gevast í politikki.. Hon vísir á, at nógv kann henda, bæði á politiska og persónliga økinum, sum kunnu ávirka, og tí ber illa til at siga nakað ítøkiligt í løtuni. Flokkurin hjá henni hevur eina bjarta framtíð, og fleiri serfrøðingar vænta, at Danski Fólkaflokkurin, áðrenn langt um leingi, fær sæti í einari danskari stjórn.
-Eg vænti, at innan 10 ár verður Danski Fólkaflokkurin at síggja í stjórn, sigur hon.
 
Hevur Pia Kjærsgaard dreymar um at gerast ráðharri?
-         Satt at siga gangi eg ikki so høgt upp í tað. Tú heldur kanska, tað er løgið, at ein politikari ikki hevur slík mál, men soleiðis havi eg tað einaferð. Tað hevði kanska verið stuttligt at roynt seg sum forsætisráðharra, tí so kann eg blanda meg upp í alt, sigur hon argandi.
 
Hvat vónar tú, at  títt politiska eftirmæli verður?
-Tað er ikki nakað, eg hugsi um. Eg vóni, tað verður, at eg og Danski Fólkaflokkurin fingu broytt kósina hjá Danmark móti at gerast eitt fleirmentað samfelag. Fólk kunnu vera ósamd við mínar politisku hugsjónir, men eg vóni innarliga, at tey fara at minnast meg  sum rættvorðna, heiðurliga og erliga, tí tað eri eg, sigur hon at enda
 
Fakta:
Navn: Pia Merete Kjærsgaard
Fødd: 23.februar 1947
Gift: Henning Thorup Mortensen
Útbúgving og størv: Keypmansskúli 1963-65, fólkaskúlin 1954-63. Heimahjálp 1975-84.
Politiska karriera: Fólkatingslimur í Framburðsflokkinum 1987-1995. Fólkatingslimur fyri Danska Fólkaflokkinum frá 1995. Politiskur leiðari í Framburðsflokkinum frá 1985-1994. Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum frá 1995.