Ráðgeva familjum við trupulleikum

- Vantandi samskifti millum familjulimir gevur ofta trupulleikar. Í nógvum førum snýr tað seg um at vísa fólki á, hvussu tey kunnu vera saman, sigur Jakobina Hansson, sum saman við Onnu Hansdóttir ráðgeva familjum, hjúnum og øðrum

 

 

Sambært útrokningum sum danska Arbejdsskadestyrelsen hevur gjørt fyri okkum, fær ein dani, ið er komin álvarsliga til skaða av arbeiðsvanlukku, munandi betri sømdir enn ein føroyingur. Reglurnar um endurgjald fyri mistan arbeiðsførleika eru í grein 32 í lógini um trygging ímóti fylgjum av arbeiðsskaða, har endurgjald verður veitt fyri varandi miss av arbeiðsførleika. Avgerðin um endurgjald fyri mistan arbeiðsførleika verður tikin eftir, at tann skaddi er liðugur við viðgerð á sjúkrahúsi, uppvenjing ella endurbúgving. Fyrr enn tá er ikki grundarlag at meta um heilsustøðuna og framtíðar vinnumøguleikar hjá viðkomandi. Avgerðin skal í tann mun tað ber til verða tikin innan eitt ár ella í seinasta lagi tvey ár eftir, at skaðin er meldaður. Endurgjaldið er treytað av varandi inntøkumissi ella inntøkuminking. Verður tapið av arbeiðsførleika mett til at vera undir 15 prosent, verður endurgjald ikki veitt. Verður tapið av arbeiðsførleika mett til undir 50 prosent, verður endurgjaldið veitt í einum. Verður tapið av arbeiðsførleika mett til 50 prosent ella meiri verður endurgjaldið grundarlag undir eini veiting, sum verður goldin árini framyvir. Møguleiki er tá at kapitalisera tann partin av veitingini, sum svarar til ein arbeiðsførleikamiss upp til 50 prosent. Lógin heimilar at taka eina fyribils avgerð um endurgjald fyri arbeiðsførleikamiss, um arbeiðsstøðan hjá viðkomandi ikki er greið. Slíkt endurgjald verður altíð veitt yvir eitt longri tíðarskeið.

Endurgjald verður roknað við støði í arbeiðsførleikamissinum, sum er fastsettur, og árslønini hjá viðkomandi árið fyri ólukkan hendi. Sambært grein 41 í lógini, stk. 3, kann árslønin ikki setast hægri enn eina ávísa upphædd, sum verður sett á hvørjum ári, uttan mun til, um viðkomandi hevur vunnið eina miljón krónur um árið ella meir. Í 2001 ár er upphæddin sett til 345.000 krónur. Sambært grein 32, stk. 5 verður endurgjald veitt fyri fýra fimtapartar av arbeiðsførleikamissinum. Verður endurgjald veitt í mánaðarligum útgjaldi, verður tað goldið til viðkomandi er 65 ár, fyri nýggjar skaðar og yngri persónar. Síðani verður veitingin avloyst av eini upphædd, sum verður goldin í einum og sum er fýra ferðir árliga veitingin.

 

Fortreytir

Taka vit sum dømi, at arbeiðsførleikin er niðursettur við 100 prosent, 65 prosent og 50 prosent, verður veitingin, sum víst á omanfyri, goldin í mánaðarligum útgjøldum. Støddin á endurgjaldinum veldst um, í hvussu nógv ár hon skal rindast. Er tann, ið endurgjald skal hava, 56 ár gamal tá endurgjald skal veitast fyrstu ferð, verður tað goldið í 9 ár, til viðkomandi er komin til fólkapensjónsaldur, sum er 65 ár í Danmark. Tá so viðkomandi er vorðin 65 ár, verður ein endalig veiting veitt, sum er fýra ferðir árliga veitingin. Endurgjaldsupphæddirnar verða endurskoðaðar á hvørjum ári, sambært lønarstøðinum í Danmark.

Hevur viðkomandi, sum skal hava endurgjald, vunnið meiri enn 345.000 krónur, verður upphæddin kortini sett til 345.000 krónur. Er arbeiðsførleikin heilt burturi, fær viðkomandi 276.000 kr. í 9 ár umframt eina endaliga veiting, svarandi til í alt 3.588.000,- krónur. Er missurin av arbeiðsførleika mettur til 65 prosent, fær viðkomandi 179.000 krónur í 9 ár umframt eina endaliga veiting, svarandi til í alt 3.049.000,- krónur. Er missurin av arbeiðsførleika mettur til 50 prosent, fær viðkomandi 138.000 krónur í 9 ár umframt eina endaliga veiting, svarandi til í alt 1.794.000,- krónur.

Leggjast kann afturat, at endurgjald fyri miss av arbeiðsførleika bert er ein av veitingunum sambært lóg um trygging ímóti avleiðingum av arbeiðsskaða. Tey, ið fáa ein arbeiðsskaða, har misti arbeiðsførleikin verður mettur til 100 prosent, 65 prosent og 50 prosent, fáa vanliga eisini eitt endurgjald fyri varandi mein umframt.