Ráðgevi við aðalstjóraløn

Tað kom óivað óvart á tey flestu, tá tíðndaskriv fríggjadagin boðaði frá, at aðalstjórin í Mentamálaráðnum verður fluttur í starv sum ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, men sambært pørtunum, so er onki løgið í hesum

Fríggjadagin boðaði Løgmansskrivstovan frá, at at Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, tekur við starvi sum ráðgevi á Løgmansskrivstovuni. Hesi tíðindi komu knappliga og óvart á fleiri, men sambært pørtunum er onki løgið í tíðindunum.

Hetta hevði sjálvandi gitingar við sær beinanvegin, hvørt aðalstjórin var uppsagdur, ella um hann hevði sagt seg úr starvi, og hvørt hetta hevði við trupulleikarnar við játtanini til Sernámsdepilin ar gera, har stjórin fyri stuttum eisini segði seg úr starvi, og nýggjur júst er settur.


Ikki lækkaður í tign

Men hóast aðalstjórin er settur í starv, ið ikki er lýst leyst, so sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, at talan er um vanliga flyting, og ikki uppfunnið starv, og at hetta als iki er óvanligt, tá talan er um fólk í tænastumannastarvi.

- Tað kemur væl við at fáa Petur Petersen sum ráðgeva, nú ráðini eru býtt sundur, sigur løgmanstjórin, og sipar til, at Uttanríkisráðið hevur fingið starvsfólk, og tí er akademiski hópurin á Løgmansskrivstovuni tódnaður.

- Hann hevur ein profil, ið hóskar sera væl, so tað kemur væl við at fáa Petur Petersen í starv, og eg haldi eisini, at hann gleðir seg, sigur Marjun Hanusardóttir.

Hon hedur ikki, at talan er um lækking í tign, og vátar, at Petur Petersen framhaldandi fær aðalstjóraløn.

- Hann svarar sjálvandi til mín, og fær annað starvsinnihald, men fær somu løn framhaldandi. Har hava vit ein leist, tí slíkt er roynt áður, sigur Marjun Hanusardóttir.


Fekk tilboð

Bæði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum, og Petur Petersen siga, at talan er um, at aðalstjórin fekk eitt starvstilboð, sum hann valdi at taka av.

- Petur Petersen fekk eitt tilboð um starv, sum hann hevur tikið av, sigur Kristina Háfoss, og leggur afturat, at meira er ikki í tí, og hon vísir aftur, at flytingin hevur nakað við Sernámsdepilin og truplu fíggjarjáttanina har, at gera.

Hon sigur tó, at við flytingini er tørvur á nýggjum aðalstjóra í mentamálaráðnm sum skjótast, og tað hevur tí skund at lýsa eftir nýggjum aðalstjóra, men hetta er tó eitt øki, ið er undir Løgmansskrivstovuni.

Petur Petersen sjálvur sigur, at talan er als ikki um eina starvsflyting, ið er komin knappliga, hóast tað alment kann tykjast so.

Hann sigur, at tað er nakað av tíð síðani, at hann fekk tilboðið, og at tað kom á pláss nú, beint tá fók fóru at halda summarfrí.

Heldur ikki hann metir, at talan er um lækkan í tign.

- Eg fái nýggjar og spennandi uppgávur. Eg fari frá tungum leiðsluupgávum, til seruppgávur, ið tó serliga eru innan búskap, uttanríkismál og figgjar- og búskaparpolitikk, og tað er sera spennandi, sigur Petur Petersen, komandi ráðgevi hjá løgmanni, ið frá 1. september situr sum serligur ráðgevi við aðalstjóraløn.






Fakta


Petur Petersen, ið er 50 ár, hevur verið aðalstjóri í Mentamálaráðnum í 11 ár. Áðrenn tað var hann leiðari fyri Foroya Handilsskúla á Kambsdali í 8 ár, umframt at hann eisini hevur havt leiðandi stov í vinnulívinum.

Petur Petersen er útbúgvin B.Sc. í búskapi og fyrisiting og M.Sc. í leiðslu. Harumframt hevur hann luttikið í einari roð av eftirútbúgvingum og skeiðum.