Hans Jacob Debes, Dr. Phil.
Petur Jacob Sigvardsen:
ÚR GJÁAR SØGU
Gamla tíðin 1
Forlagið Búgvin
Einars Prent
Í 1997 kom út eftir Petur Jacob ?Úr Gjáar søgu - Barnaminni 1?, og árið eftir ?Úr Gjáar søgu - Barnaminni 2.?
Í hesari bók vendir Petur Jacob aftur um tað fyrsta. Tilsamans eitt ótrúliga vælskrivað og lært og vandaliga gjørt verk, sett saman so perfekt, sum vera kann. Tað ger ikki lesingina verri, at rithøvundurin hóttir við einum bindi afturat næsta ár um ta gomlu ella eldru tíðina. Hetta er meira ein ritgerð enn ein bók.
Grundarlagið
Hetta virðismikla rit, sum ikki bara kann frøa Gjáarfólk, er ikki skrivað burtur úr ongum. Nærlagdur, sum rithøvundurin er, hevur hann farið um umfatandi søguligt kelduarbeiði og so á munnligar heimildir. Ein góð og álítandi heimild hjá honum hevur verið pápi hansara Karl Jacob, sum nú gongur á 96. ári.
Hetta samlaða verkið (higartil) hjá Petur Jacob er uttan iva tann størsta og besta bygdarsøga, sum nakrantíð er skrivað í Føroyum. Uttan at taka nakað frá nøkrum. Tí hetta er eitt vísindaligt verk. Bókin er bara so stór, at verri enn so allir partar, enn minni kapitlar fáast við í einum ummæli.
Her eru øll lívsviðurskifti í einum bygdarsamfelagið kannað og viðgjørd, so at ringt er at gera eitt ummæli um so nógv undir einum. Tó skal ein roynd verða gjørd hjá einum bygdarmanni til ein annan. Tó, alt í einari so stórari bók fæst ikki við í einum ummæli.
Tað er helst lættari og meira ?pædagogiskt? at taka bókina eftir kapitlunum, so kann ein og hvør sjálvur meta um tað, sum í teimum stendur.
Tað kann vera logiskt at byrja við upprunanum, so sum við sjálvum navninum eftir teirri stóru Gjónni. Tað er sjálvandi rætt, sum rithøvundurin skrivar, at Gjógv (Vid Giou) er fyrstu ferð nevnd í teirri fyrstu jarðarbókini í 1584. Har eru fimm bygdarmenn nevndir.
Navnið
Stavsetingar av bygdanøvnum eru ikki so konsekventar í gamlari tíð. Tað seinasta skjalið, skrivað á føroyskum, er frá 1479. Tá tagnaði alt og kveiktist ikki aftur fyrr enn um 1850. Henda máltøgn, sum vardi í um leið fýra hundrað ár. Hon hevur sjálvandi eisini sína ávirkan á stavsetingina av staðanøvnum, á donskum eftir úttaluni. Eingin málmaður hevur brúkt tann møguleikan. Men mál føroyinga doyði ikki út fyri tað, at skriftmálið tagnaði. Í grundini hendi eingin mál-skaði. Málið doyði ikki burtur.
Staðanøvnini liggja altíð føst. Tey livdu í fólksins minni og fóru frá einum ættarliði til eitt annað. Tað er tó eitt aðalsnavn at vera tituleraður ?aff Giou?. Tá ið vit hugsa um ?von und zu? og alt annað. Og so broyt-ingin til ?Fundings Giou? og aðrar stavingarformar, og sum ikki eru serliga rósandi fyri Gjáarfólk. Mál-søguliga er tað tó áhuga-vert, at í 1704 verður bygdin kallað ?Gjøgv?. So tá má skerpingin ella ggv-tilvøksturin vera komin inn í føroyskt mál. Eingin málfrøðingur hevur tímað at granska sovorðin smáting.
Gjógvin
Men bygdardefinitiónirnar, tær ektaðu, eru altíð áhugaverdar. Har skrivar Petur Jacob:
?Gjáarfólk hava eisini nýtt neyvt mál um Gjónna. Varð bert farið á Gjónna ella av Gjónni, so verður sagt: Niðan á Gjógv, Uppi á Gjógv, á Gjónni, Oman av Gjógv, av Gjónni. Men verður farið oman í Gjónna og úr Gjónni, so verður sagt: Niðan í Gjógv (ert tú staddur niðri í bygdini), Oman Gjógv (ert tú staddur uppi í bygdini ella á Gjónni, Niðri í Gjógv, í Gjónni. Báturin stendur í Gjónni, hann liggur á floti í Gjónni, hann rør út úr Gjónni; - og skipið er komið á Gjógv.?
Hetta er einki minni enn ein málslig bygdarfilosofi sum identifikatión av einum fólki og einum samfelagi. Tí at allar staðatilvísingar mugu hava síni nøvn. Annars hevði ikki borið til at liva í einari bygd, ikki bara við Gjógv.
Har mugu allar Gjáardefinitiónir vera komnar væl til høldar. Gjógvin er sjálv grundin og grundarlagið undir øllum hjá Gjáarfólki. Hvørjum einasta. At fáa hesa lýsing av Gjónni frá Petur Jacob er ein opinbering í sjálvum sær. Og Gjógvin er ein geologisk opinbering. Uttan Gjónna var eingin Gjáarmaður til. Eingin identitetur hevði verið. Og tá ið ein Gjáarmaður fer út fyri dyr, fer hann altíð Niðan á Gjógv. Har hevur mangt hugnaligt prátið verið um ár og dag, eisini meira skemtandi orð manna millum.
?Heimbygdin?
Ivi er eingin um, at Gjógv er ?koloniserað? úr Funningi. Bara jarðarbýtið, felagshagin sigur nóg mikið um tað. Og so tað, at Gjáarmenn fara ?heim? til Funnings. Tað er ikki av ongum, at teir fara ?heim?, tá ið teir fara burtur frá bygdini, eisini á sjónum fara teir ?heim? við landinum, tá ið teir fara út av Buginum heim um Múlan og inn á Funningsfjørð. Sum dømi nevnir Petur Jacob m.a.: Heim í Dal, Heim í Barm, Heim á Skarð, Heim á Múla.
Tá ið Gjáarmenn hava verið í Funningi, fara teir ?oman? til Gjáar. Ikki heim til Gjáar.
Bygd og landnám
Gjógv hevur ikki verið hildin at vera landnámsbygd, so sum Funningur er. Rætt er, at landnámið kom ikki alt í senn. Funningur hevur helst verið ein landnámsgarður, við einum høvdingi, sum kundi hava ?landsetar? ella ?leigulend-ingar? á ognum sínum, eisini tí at fólkatalið vaks. Funningsbóndin og Ormur bóndi vóru ikki hvørjir sum helst.
Eysturi við Garðar
Við Gjógv var tann elsta bygdin Eysturi við Garðar, á leið har sum kirkjan stendur, eystureftir og om-aneftir. Hetta var prógvað, tá ið teir gjørdu kirkjugarðin, tá ið menn komu niður á steinseting, toftir og annað, sum vísti, at búseting hevði verið har. Har hevur tó ongantíð verið grivið og leitað. Men tá ið Óli Debes, keypmaður, velti stykkið millum kirkjugarðin og vegin, kom hann niður á grót og øsku. Tá ið teir í Jógvansstovu veltu eystan fyri Garðará, komu teir niður á eitt stórt hoy-støði. Og tá ið Nýggjustovumenninir veltu eitt stykki omanfyri, komu teir eisini niður á eitt bøstykki, sum eitur Eysturi í Djúputoft. Bara orðið ?toft? sigur ikki einki. So har, Eysturi við Garðar, var tann gamla bygdin við Gjógv, men kanska eisini longri niðri, oman móti Bakkanum Eysturi undir Hamri. Eystan fyri Seyðabólsá, komu menn niður á øsku. Øskan kemur ikki av sær sjálvari. Onkur má hava fýrt ella brent fyri øldum síðan. Har hava menniskju búð.
Bygdin hevur havt eina vídd. Garðará kann heldur ikki hava navnið eftir ongum.
Sverri Dahl vildi halda, at tær fornleivdir, sum eru funnir Eysturi við Garðará, væl kunnu benda á búseting í víkingatíð. (Sverri bað meg einaferð koma norður til Gjáar við sær, so at hann kundi hyggja eftir lendinum har eysturi. Tað var avrátt okkara millum; men stutt eftir doyði hann).
Men har eysturi hava eingir fornfrøðiligir útgrevstrar verið. Eg havi altíð hugsað mær, at búseting við Gjógv kom í 1300-árunum. Men nú ivist eg ikki í, at hon er nógv eldri enn so.
Var Gjógv eitt ærgi?
Tað er als ikki óhugsandi, at Gjógv hevur verið eitt ?ærgi? hjá Funningsbóndanum. Langt er millum Funning og Gjógv. Bara tað at røkta Ambadal er ikki løtuverk og so tað at sita við neytum og seyði so langt burturfrá, tað mátti onkur gera. Og Ambadalur er óhøgligur hjá Funningsmonnum. Ærgini ganga aftur í víkingatíðina. Bjørgini vóru heldur ikki høglig at søkja. Men fuglur sum tilfeingi gongur aftur í elstu tíð. Hann kom so ikki av sær sjálvum. Onkur mátti fara eftir honum.
Hví avtoftaðist so henda fyrsta bygd og varð flutt norður til Ánna? Sagt hevur altíð verið, at har eysturi var so vindhart á høgætt; tí fluttu tey norðurum.
Gjógv í Jarðarbókini
Bygdin er nevnd í teirri fyrstu Jarðarbókini í 1584. Men við Gjógv er øll jørðin ogn. Tað sigst, at har var í gamlari tíð ein hálvmørk av ?kongsi?, og at ta hálvmørkina skuldu Gjáarmenn rokna burtur, so at kongur sat eftir við ongum. Um hetta var so, hevði tað helst verið tann fyrsta og einasta konfiskatiónin ella yvirtøkan av ríkisins ognum í Føroyum.
Men Petur Jacob er í arbeiði sínum komin fram á fleiri gomul skjøl, ið prógva, at her er um annað mál at røða.
Alt hetta fær lesarin nágreiniliga at vita, tá ið hann fer at lesa um tað nýggja jarðarbýtið, sum Johannes Poulsen (Jóannes tann Vísi) gjørdi í Funningi og við Gjógv í 1804 og tiltiknu Jarðarbók hansara, ið er eitt matematiskt meistaraverk, og í kapitlinum um Kirkjumørk og ta horvnu hálvmørkina. Men satt at siga, so er hettað stóra kapitlið um ?Kirkjumørk?, sum hon verður nevnd, ein krimisøga fyri seg, og hana má lesarin sjálvur lesa, tí eg dugi ikki at skriva krimisøgur.
Eisini tað um innleggingar og gerði mugu latast til lesaran, hóast tey eru skjalfest við tekningum sum so nógv annað. Sama er um bøstykki og eigarar, ið lýst eru við hagfrøðiligum stabbum. Og eisini tað um torv og torvheiðar.
Umlop
Um tabellirnar hjá Løbner og um sornhús og mylnir noyðast vit at leypa um. Tó ber ikki til ikki at nevna sornkonuna Annu Sofíu. At vera sornkona var eitt heilagt embæti, bókstavliga at taka sær av Guðsgávuni. Sornkonan var nakin, og tá ið tey ungu høvdu hug at flenna eftir hesi konu, altíð við bróstunum frammi, tá helt Anna Sofía fyri: ?Nei, einki er at flenna at, alt er Harrans verk.? So sterk kann trúgvin vera - í klæðum ella uttan. Hetta er religiøsitetur av uppruna, og at sita ber var eingin skomm. Tað var ikki ein framsýning, men eitt embæti í tøkk fyri Harrans tænastu.
Eg noyðist eisini at leypa um kapitlið um ?Hagan og børgini? og um torvskurðarrætt, um skurðlomb, um hagabýti og hagamark og um Kunoyarskinnini, sum vóru eitt serligt ?fenomen? við Gjógv. Hetta at lata nøkur skinn til Kunoyar. Hví hetta var, visti eingin í mínari tíð. Men tað veit Petur Jacob nú. Eg haldi meg tó vita, at Gjáarmenn valdu tey smæstu skinnini at senda til Kunoyar fyri at sleppa sum bíligast frá hesum skatti.
Útróðurin
Alt um útróðurin er so nógv, at tað er betri at lesa tað enn skriva tað. Bygdin hjá okkum var ein útróðrarbygd, opin móti Norðhavinum og høgættunum. Tað kostaði nógv. Onkuntíð vóru næstan eingir vaksnir menn eftir í bygdini. Eg haldi sjálvur, at hesar vanlukkurnar skapaðu eina ?uppdrift? hjá dreingjum og gentum - sum var neyðug og ongantíð doyði útaftur. Tað stóð so nógv á, ja alt tilverugrundarlagið stóð á teimum ungu. Tí bara hetta at missa tvey áttamannfør í 1870 og eitt annað í 1884. Allar einkjurnar og tey faðirleysu børnini; meira enn tredivu. Hjálp var eingin at fáa uttan frá góðum fólki. Ein teggja hekk altíð á klinkuni, uttan at nakar segði, hvør ið hevði hongt hana. Hetta var tað sociala systemið í okkara bygd alt tað, ið eg havi hoyrt um. At fáa sær upp á træið ella at hava uppi á trænum mundi vera stór lívbjarging.
Abbi Petur Jacob var kendur skipari, Petur Jacob á Fløtti. Abbasonurin greiðir frá, tá ið abbin fann eitt longumið norður í Fuglafjarðaroyðini. Har vóru fjúrtan ella fimtam fjórðingar at rógva út og aftur. Per, abbi mín, minstist bátsferðir í Fuglafjarðaroyðini við fullum báti av stórari longu. Onkuntíð í illveðri máttu teir kasta fyri borð fyri at lætta um bátin.
Fiskaarbeiði
Í hesum útróðrartíðum og eisini seinni var nógv fiskaarbeiði uppi á landi við Gjógv. Báðir handlarnir, hjá Óla Debes (og so seinni hjá Sofusi, soni hansara) og hjá Petur Christiani Joensen, keyptu fisk og høvdu stórar fiskakjallarar. Eg minnist, at Per abbi plagdi at flekja í fiskakjallaranum hjá Sofusi.
Tey vaskaðu og turkaðu klippfisk Niðri í Fjøru.
Sofus hevði eina stóra fiskavekt Niðri í Gjónni, og mær er sagt, at Danjál Klein, svágur Sofusar og leingi formaður í Føroya Fiskimannafelag, fylgdi við vektini, ella hevði roknskapin við henni fyri Sofus.
Skotskir trolarar bjarga
Teir skotsku trolararnir vóru ikki altíð so høgt í metum. Tað var við Gjógv, at Kvívíks-Jógvan yrkti ?Trolaratáttin?. Skotarnir hava tó ikki allir verið so ringir kortini. Petur Jacob nevnir eina dramatiska søgu um eitt áttamannafør frá Gjógv, sum á nátt í januar setti línuna 8 fjórðingar norður úr Rivtanga. Tá brast hann á við stormi av suðri. Tá var vandi á ferð, so stórur, at hugsingur var ikki at vinna upp land.
Tá kom ein skotskur trolari fram at bátinum og legði seg fyri, so at báturin fekk lívd av honum, fekk menninar umborð og bátin upp á sleip í illveðrinum. Syðri ella innari tók hann eisini ein Leirvíksbát - og bjargaði báðum. Inn á Funningsfjørð við Gjáarbátinum og suður á Leirvík vi hinum bátinum. So, eingin er bara ringur.
Í tøkk fyri hesa hjálp frá Captain J. Waldmore frá Grimsby, at uttan hana skriva bátsmenninir: ?den uegennyttige og opofrende lejlighed, og uden hvilken vi vilde havde været redningsløst fortabte.?
Miðini
Ikki ber til her at skriva um Norðhavsmiðiini hjá Gjáarmonnum og miðabøkurnar. Tann parturin er ein ritgerð fyri seg, og hon má lesast við øllum sínum ýtum og definitiónum. Ein sleppur ikki undan at hugsa um ta vitan og ta umhugsan, sum løgd er í hesar miðabøkur. Tá var tíbetur eingin teldutíð. Tó er gott at síggja aftur ta vøkru myndina av tveimum royndum útróðrarmonnum: Kristian á Rætt og Kristian í Hoygarðinum. Hon varð tikin, tá ið teir báðir tóku tað barkaða seglið niður av minnisvarðanum við Gjógv. Tað var ein vøkur løta at síggja tveir gamlar menn taka hetta symbolska seglið niðurav. Teir báðir vistu, hvat ið eitt segl var.
Veðurmerkini
Gott er at síggja Jógvan Sofus Ferjá, har sum hann situr og kryvur niðri í Gjónni, kendur útróðrarmaður og sjómaður, nógv við trolara. Fáur man kenna mið og plinkar sum hann, og fáur man hava verið so nógv í Gjónni, har hann hevur drigið so nógv upp á land.
Hjá einum útróðrarmanni er neyðugt at duga at halda skil á veðrinum. Um tað veit Jógvan Sofus alt og hevur skrivað eina heila ritgerð um veðurmerki, sjálvt frá telefonsteyrunum.
Hvussu vistu teir, nær hann kom av landsynningi? Poetiskt sigur hann: ?Vit siga landsynningstømingur, tá ið hann liggur í fleiri dagar, og tað ger hann ofta: ikki skýggj fyri sól, besta terriætt við Gjógv. Tað er stjørnuklárt. Barometrið er eisini komið langt upp nú. Landsynningur er kyrrasta og besta útróðrarætt við Gjógv.?
Meira dramatikkur var í landnyrðinginum, sum Gjáarmenn altíð hava ræðst, tá ið ?mjørkin liggur og kleimast um jóltíðir?:
?Nú er barometrið so lágt, so eg vænti hann skjótt koma á landnyrðingi.? Hann mugu vit nevna: ?Tað kann vera so ymist, sum talar fyri tí: nógvur havhestur í berginum, nógvur mureldur í sjónum; men tað er ikki altíð, mjørkin liggur og kleimist, um hann stendur og hóttir. Skýggini eru tó ofta so lágt, at tey koma nakað niður á fjøllini. - Stendur havið tá inn ígjøgnum og er sum ein ímpottur at síggja í landnyrðing, kann hann bresta á sum úr byrsumúlanum.?
Um landnyrðingin hevur Jógvan Sofus eisini hoyrt frá pápa sínum, Jóhan í Blásastovu, at pápi hansara, Jógvan í Blásastovu, hevði sagt, ?at landnyrðingur kemur við eystfallinum?. Verfaðir Jógvan Sofusar, Sjúrður á Rætt, plagdi at siga, at landnyrðingur ger enda á góðum og ringum veðri. Hann mundi vita, hvat hann segði.
Her mugu vit sleppa veðurmerkjunum.
Vanlukkan
Tann stóra vanlukkan var hin 30. apríl í 1870. Tað er ein hending, sum stendur føst í sinninum hjá øllum Gjáarfólki. Bara Gjáarmenn vóru á Norðhavinum tann dagin. Tá gingu áttamannførini Fríðriksbátur og Rættarbáturin burtur. Tíggjumannafarið Stóri slapp inn á Funningsfjørð og fekk tann størsta sjógvin innan fyri Elduvíksnes. So, tá var veður á sjónum hart. Og tá ið teir komu til gongu oman til Gjáar, fóru tey at telja. Teir skuldu havt verið 34, men bara átjan vóru har. Tað hevur altíð verið sagt at vera hin eymkiligasta sjón, tá ið hvør leitaði eftir sínum - sum vóru, og so hinum, sum ikki vóru.
Pól Klein hevur skrivað hesi orð:
?Eg kvakk upp snimma á morni hin 1. mai av harðari mannarødd. ?Teir koma, teir koma. Mannfjøld sæst í Dalinum? - tað var Hans Petur, sum rópti. - Eg fekk brøkurnar uppá og fleyg út. Nú nærkast mannamúgvan - øll, ið orka, ganga teimum á møti...?
Men teir vóru so fáir, at skjótt var at telja.
Og fyri at gera alt verri: Fjúrtan ár seinni gekk áttamannafarið Samløguløgan burtur í ódn í Djúpunum.
Tá var lítið eftir. Bygdin mundi vera um at vera manntóm. Og tó kom hon undan. Tey ungu tóku við. Eftir tann ?stóra skaðadagin?, sum hann altíð hevur verið nevndur við Gjógv, og tá ið Samløgan fór, vórðu av teimum 33 faðirleysu 26, sum settu búgv við Gjógv.
Einkjur og faðirleys
Tað er dramatikkur ella sorgarljóð at lesa, at við hesum trimum áttamannaførum fórust 24 mans í bestu árum úr bygdini, og 16 mans eftir einum degi.
Petur Jacob skrivar um hetta eftir vanlukkurnar:
?Tað hevur verið sagt, at einkjurnar royndu at ugga og troysta hvør aðra. Hetta gjørdu tær m.a. á tann hátt, at tær plagdu at koma saman undir Grótheyggjahúsinum og seta seg har á ein stein, ið har var.?
Tað hava verið syrgiligir fundir. Sorgarsøgan kann illa vera størri.
Men hon kom aftur í 1901, tá ið ?Brúðrin? hvøldist á Hestbakkanum av einum grunnbroti, sum reisti bátin afturav. Har fóru so tríggir mans afturat.
Og tá ið so ?Kristina? fórst í 1920. Skipari var Gjáarmaðurin Axel Sivertsen; bestimaður hjá soninum var hin kendi skiparin Petur Jacob á Fløtti, abbi Petur Jacob Sigvardsen. Komandi var ikki inn á Gjógv, so Kristina kom á Funning. Pápi Petur Jacob, Karl Jacob, bar madrassuna hjá pápa sínum til Funnings.
Tá ið teir vóru farnir, vendi skiparin Axal aftur á Klaksvík. Hann segði seg hava gloymt kumpassina. Tað trúðu menninir einki uppá. Hann hevði ikki sum skipari gloymt kumpassina eftir. Hann hevði gloymt Bíbliuna eftir. Og so var hildið út í hav. Og í Íslandshavi í ódnarveðri gekk Kristina burtur. Føroyatíðindi skrivaði tá:
?Desværre kan det ikki dølges, at alt Haab er ude, og at man aldri vil spørge Tidende... Kristine af Klaksvig ført af Axel Sivertsen og med en Besætning paa 15 Mand afsejlede til Fiskeri paa Sydlandet den 21. Februar og er siden da sporløst forsvunden.?
Hetta var so ein ólukka aftur. Eg nevni bara, at av hesum seytjan vóru tveir teir elstu mannubeiggjarnir hjá mær. Á myndini síggja vit Axal skipara. Hann sær út sum ein skipari.
Hjá Gjáarfólki ber heldur ikki til at sleppa uttan um vanlukkuna við ?Acorn?, sum Karl Anton Joensen, faðir Biskups, førdi, tá ið teir á Suðurlandinum fingu ein stórsjógv, sum breyt niður í lugarið og forlastina, so at eldur kom í karbiddunkarnar, sum vóru brúktir til lanternurnar. Eldur kom í lugarið og stórur skaði. Fleiri menn brendust og doyðu.
Eg havi altíð hoyrt, at Karl sjálvur stýrdi skipinum eftir øllum Suðurlandinum, frá Meðallandsbugi, undir Eyjafløllum, vestur um Reykjanes og inn á Reykjavík. Teir, sum doyðu, liggja grivnir í tí gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Inn hagar fara nógvir føroyingar, tá ið teir eru har.
Eitt ritverk má lesast
Sjálvt um nógv er eftir, ber ikki til at skriva meira í einum ummæli. Hetta stóra ritverk má lesast, sum tað er. Har er so nógv annað eftir at lesa. Og tað má lesarin gera sjálvur, tá ið hann tekur sær stundir her um jóltíðir. Eisini til onnur til uppbyggilsi. Hetta er bara ein lítil præsentatión av einum verki, sum í uppvøkstri og mentan ikki stendur so langt frá mær sjálvum, men tó nær.
Eitt mentað og vakurt verk - sum kann standa fyri allari bókmentaligari æru - ikki bara hjá Gjáarfólki. Og so alt keldutilfarið og allar tilvísingarnar gera hetta til eitt vísindaligt verk.
Og hartil prentað við vøkrum heiðuri á Einars Prent, har sum so nógv onnur vøkur prentverk hava verið gjørd.