Ráglas hevur leitað sær vegin fram í alskyns formum

Alt kemur aftur. Eitt sum vit duga at síggja, ið hevur leitað sær vegin fram er ráglas í alskyns formum, bæði tá talan er um vatngløs, vasar og ikki minst glasveggir og hurðar.

Seinnu árini hevur tað klára glasið verið nógv frammi og er tað enn, men á pinterest og instagram eru influentar farnir at vísa á, hvussu man kann nýta ráglas í innrættingini.

Sum so nógv annað, so kemur alt framaftur, eitt nú hava nógv eldri hús hurðar við ráglasi, so er tú ein av teimum, sum eigur hesar hurðar, so er tað ikki nú, tú skal skifta tær út.

##med3##

Fermliving hevur framleitt eina seriu av gløsum, sum nevnast ripple glas. Fermliving nýtir sama snið í vitrinuskápshurðum, sí myndir.

##med2##

Um tú ynskir at síggja enn fleiri myndir til íblástur á Pinterest ella Instagram, eru nøkur orð tú kann nýta at leita uppá: Reeded glass, Musselglas, Wireglas, Glassten, Teksturreret glas.  

*Orðið influentar verður nýtt á teimum sosialu miðlunum, um ein ið hevur ávirkan á rák og gevur íblastur, sum í hesumførum til heimið.