Órógv í Liverpool

Hjálparvenjarin stingur í sekkin fáar dagar undan hálvfinaluni í Champions League

Liverpool hevur fingið eina heldur óhepna byrjan upp á vikuna, nú teir mikudagin skulu spæla seinnu hálvfinaluna í Champions League móti Roma.

 

Í gjár brustu tíðindini um, at hjálparvenjarin hjá Liverpool, bosniski Zeljko Buvac, fer í farloyvi restina av kappingarárinum av persónligum ávum.

 

Felagið sjálvt vil ikki gera fleiri viðmerkingar til hví so er, men sambært enskum miðlum eru Jurgen Klopp og Zelkjo Buvac blivnir óklárir seinastu mánaðirnar. Seinastu tíðina hava teir ikki umgingist hvønn annan í venjing, Zeljko Buvac hevur ikki verið við á liðfundum og Jurgen Klopp hevur seinastu tíðina tosað við aðrar í venjaratoyminum um dystartaktikk, nakað, sum Buvac tók sær av áðrenn.

 

Júst hvussu hetta fer at ávirka felagið er óvist. Eingin ivi er um, at bosniarin hevur spælt ein stóran leiklut í venjaralívinum hjá Jurgen Klopp, líka síðani teir byrjaði saman í Mainz. Jurgen Klopp hevur sjálvur kallað Zeljko Buvac fyri heilan í samstarvinum.

 

Hetta má sigast at vera eitt sera óheppið tíðspunkt at missa hjálparvenjaran, nú felagið spælir ein av týdningarmestu dystunum seinastu mongu árini, móti Roma mikukvøldið.

 

Í dag bórust so eisini tíðindi um, at týski miðvallarleikarin Emre Can skiftir til Juventus. Sáttmálin hjá týska landsliðsleikaranum gongur út í summar og tað hevur drigið út hjá honum at taka eina avgerð um fótbóltsframtíðina. Í dag skriva enskir miðlar, at spælarin hevur gjørt ein fýra ára sáttmála við italska stórfelagið.

 

Liverpool og Roma spæla seinni hálvfinaluna í Champions League mikukvøldið. Liverpool vann fyrra dystin 5-2.

 

Í annaðkvøld verður hin hálvfinalan, millum Real Madrid og Bayern München, í Madrid. Spanska felagið vann fyrra dystin 2-1.