Rógva 6000 metrar í Vestmanna

Aftur í ár verður skipað fyri langteinakappróðri í Vestmanna. Kappingin varð hildin fyri fyrstu ferð í fjør, og verður nú endurtikin 17. mai, ið er Kristi himmalsferðardagur.

Ein av orsøkunum til, at farið var undir at skipa fyri hesi kapping, er tann, at oftani gongur sera long tíð frá, at manningarnar byrjað at venja, til tann fyrsta stevnan verður hildin, og er hettar tí eitt gott íkast til kappróðurin.

- Ætlanin er eisini, at hendan kappingin skal gera tað meira áhugavert fyri rógvarar, serliga tá hugsað verður um, at her verður ikki rógvi í beinum strekki, men í tveimum rundum á 3000 m, siga tey í VÍF.

Kappingin verður skipa soleiðis, at allar bátastøddir rógva ímóti hvørjum øðrum , og tíðirnar verða síðani umroknaðar. Bátarnir skulu rógva tvær rundir, á 3000 metrar hvør inni á vágni í Vestmanna, íalt 6000 m. Vinnari av kappingini, gerst tann bátur, ið hevur bestu umroknaðu tíðina.

Ætlanin er at royndarkoyra eina tracking-skipan, har ein móttakari/sendari verður settur í hvønn bát. Hendan skipan er ongantíð roynd áður, men ætlanin er at seta stórskýggja upp, sum vísir eina mynd av teininum og hvar í bátarnir eru stæddir, hettar fyri at kunna fylgja betri við gongdini undir róðrinum.

Kappingin byrjar klokkan 17.