Rógva fyri fólkaheilsu í Vági

Í dag taka vágbingar ár í hond

Fólkaheilsa

Í dag klokkan 14 verða grindabátarnir í Vági flotaðir. Og tað verða teir hvønn leygardag fram til jóla.
Hetta er eitt lið í stóra átakinum hjákunningarstovuni fyri eini betri fólkaheilsu.
Vágbingar hava tikið væl undir við fólkaheilsuverkætlanini, sum byrjaði fyri tveimum viku síðani. Hvørt mikukvøld fram til jóla verður gingið, runnið ella súkklað. Túrarnir byrja altíð við Kunningarstovuna í Vági 19.00 og tað er ókeypis og higartil hava 50-60 fólk verið við hvørjaferð.
Leygardagin verður so annar partur í átakinum fyri fólkheilsuna.
Føroyingar eru føddur við ár í hond og í dag er ætlanin at lokka vágbingar til árarnar.
Tiltakið er ætlað kvinnum og monnum. Sjálvandi er tað veðrið sum avgerð hvar farið verður og hvussu leingi túrurin varir.
Aftaná rógvitúrin leygardagar fæst drekkamuður og okkurt gott afturvið til keyps á Hotel Bakkanum.
Tey, sum vilja verða við til hetta óvanliga tiltakið til frama fyri fólkaheilsuna, møta á kunningarstovuni klokkan 14 leygardagin