Vaktarmenninir í danska forsætismálaráðnum noyddust at leggja uppí, tá ein maður breyt alla vanliga mannagongd undir tí regluliga tíðindafundinum hjá Helle Thorning-Schmidt í dag.
Maðurin mótmælti harðliga, tá ein av tíðindamonnunum setti forsætisráðharranum ein spurning. Tað er í stríð við tann vanliga siðin, og tá maðurin ikki vildi tiga, noyddust vaktarmenninir at vísa honum burtur.
Lea Juel Henriksen, sum er tíðindaskrivari hjá forsætismálaráðnum, sigur, at maðurin hevði pressukort og slapp tí inn á tíðindafundin. Hinvegin veit hon ikki, hvør maðurin er, ella hvønn fjølmiðil hann umboðaði.
Spurd, um hann sleppur aftur á tíðindafund hjá forsætisráðharranum, svarar skrivarin stutt, at øll skulu halda galdandi reglur.