Rógva við fullari megi

Sunnudagin skipaði Róðrarfelagið Knørrur fyri næsta umfarinum av vetrarkappingini í inniróðri

Inniróður

Felagið hevur vetrarvenjingar sínar í hølunum á Saltsøluni við vestaru Bryggju, og tað var eisini har, at kappast varð.
Hjá teimum yngstu vunnu Anna Louisa Nielsen og Møkir Sjúrðarson í Jákupsstovu. Hjá U18 vunnu Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard og Brestir Mikkelsen, og kappingina fyri tey vaksnu vunnu Johanna Petersen og Sverri Tórstún.
Næsta umfar av kappingini verður 13. desember. Til ber at síggja fleiri úrslit, støður og myndir á heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri, www.rk.fo.