Rógvi Baldvinsson er maðurin handan avtaluna við norska TV2

Tað var føroyski landsliðsspælarin, sum setti hol á samskiftið, ið endaði við føroyskum fótbólti í norskum sjónvarpi

Norska TV2 hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í Betri deildini hjá monnum í 2020. Maðurin aftanfyri avtaluna er føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson, sum býr í Norra, har hann spælir við Bryne. Tað var hann, sum setti hol á samskiftið, ið endaði við føroyskum fótbólti í norskum sjónvarpi.

- Eg ringdi til stjóran í Televarpinum, Edvard í Skorini Joensen, fyri áleið trimum vikum síðani. Eg spurdi hvussu tað var við rættindunum til at vísa føroyskan fótbólt, og um eg kundi selja tey víðari, fortelur Rógvi Baldvinsson í samrøðu við In.fo.

Síðani ringdi Rógvi til Vegard Jansen Hagen, sum stendur á odda fyri ítróttinum á norska TV2. Her lat Rógvi Baldvinsson honum hugskotið um at vísa føroyska fótbólt, og samstundis gera eitt nú kappingar við Dreymaliðnum og odds til veddingarfyritøkurnar, sum hungra eftir ítrótti.

- Tað er eisini fótbóltur í londum sum Hvítarusslandi, men hann var við upp á tað, tí næstan ongin er smittaður við korona í Føroyum og tað er trygt. Eisini eru nakrir profilar í føroysku kappingini, sum kunnu gera tað áhugavert at fylgja við, sigur Rógvi Baldvinsson.

Her nevnir hann spælarar sum Atla Gregersen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð. Eisini heldur hann fyri at KÍ er áhugavert, tí teir hava ein norskan áleypara í Ole Erik Midtskogen, meðan B36 hevur eitt spennandi lið við spælarum sum Meinhardi E. Olsen og Sonna Ragnar Nattestad, sum báðir hava spælt í Norra.