Fótbóltur
Longu áðrenn kappingin byrjaði tosaðu fleiri um at KÍ-skútan var ótøtt. Ætlanin var at ungir leikarar skuldu vaksa til at manna farið virðiliga, eftir at Rógvi Jacobsen og aðrir ikki longur vóru partar av felagnum. Tá 13 umfør vóru spæld eydnaðist endiliga KÍ at vinna ein dyst. Eftir hetta gekk rímiligt til summarsteðgin og ungu leikararnir sóu út til at hava fóta sær.
Stigini teir vunnu vóru tó ikki so nógv, og reiðararnir á KÍ gróvu niður í mappurnar og fingu fleiri leikarar, sum á pappírinum skuldu styrkt hópin.
Heldur ikki hetta gav nóg góð úrslit, og so varð Petur Mohr, sum bjargaði KÍ í fjør, settur sum venjari.
Leygardagin skuldi KÍ so vísa, at teir eiga at vera í bestu deildini, men tá klaksvíkingurin, Rógvi Jacobsen, gjørdi tvey mál, var hol á bjargingarbátinum hjá KÍ 1904 og tá var laga manni hjá restini av ÍF liðnum at koyra seinastu luftina úr KÍ.
ÍF var hinvegin ikki í so stórum trupulleikum, áðrenn dystin, men eitt tap kundi geva liðnum stórar trupulleikar, so sigurin er heilt víst kærkomin í Fuglafirði, har tey eru farin at sparka, heldur enn at spæla bólt.
Sparka bólt
Dysturin byrjaðir rættiliga javnur. Hvørki av liðunum spældi væl. KÍ fekk fyrsta møguleikan, men eftir tað tók ÍF yvir við møguleikum.
Fuglfirðingar hava verið kendir fyri góðan fótbólt, men tað var ikki eyðkennið leygardagin. Heldur var tað at royna at vinna bóltin, fyri at koyra hann út á vengurnar, sum síðani lossaðu bóltarnar innfyri.
Hetta hevði við sær, at liðini høvdu bóltin eins nógv, men ÍF fekk nógv fleiri møguleikar. Og møguleikarnir góvu eisini sítt, tí støðan var 3-0 í hálvleikinum.
Sorl
Tá seinni hálvleikur byrjaði, royndi KÍ at gera sítt, men longu eftir lítlari løtu fekk ÍF eitt mál afturat og tað sýntist óneyðugt at spæla restina av dystinum.
KÍ kundi valt at satsa, við at skifta millum aðrar Kristoff Jacobsen á vøllin, men soleiðis bleiv ikki. Petur Mohr nýtti nevniliga sínar skiftingar til at skifta Rudolf Eliasen, Ara Samson og Oddmar á Lakjuni, sum allir eru verjukendir leikarar, á vøllin.
Restin av dystinum var merktur av hesum. KÍ fekk onkran møguleika, men tað var ÍF, sum átti teir stóru. Og fuglfirðingar fingu eisini eitt mál afturat, og tað var tættari við 6-0 enn 5-1.
KÍ niður
Sum er, sær út til, at møguleikin fyri at KÍ fer niður, er eins stórur, sum at HB verður meistari, so tað er í botninum, at 2009 í veruleikanum verður søguligt. Í Fuglafirði anda tey nú lætt, og einfaldi spælistýlurin hjá liðnum hóskar væl til leikararnir, sum venja í Fuglafirði.