17 ára gamli argjamaðurin gjørdi fyri tveimum vikum síðani avtalu við danska stórfelagið, og nú verður dreymurin so veruleiki.
Hann var nevnliga við flogfarinum til Keypmannahavn í morgun, og so ræður um at finna seg til rættis í nýggja felagnum.
- Eg skal tó ikki til venjing í dag. Men so skjótt sum praktisku viðurskiftini eru í lagi, skal eg til at royna meg, sigur Rógvi.