Kappingin, sum verður telvað í januar mánað á hvørjum ári, setti hesuferð met. Heili 42 telvarar luttóku.
Undan 5. og seinasta umfarinum, sum varð telvað seinnapartin, vórðu Rógvi Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen javnir í oddinum, báðir við 4 stigum. Og Rógvi hevði hvíta fólkið ímóti Hans Kristiani í seinasta umfarinum. 16 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági vann talvið og gjørdist sostatt tryggur vinnari av Rókur Open 2009 við fullum stigatali. Kappingin um hinar plaseringarnar varð somuleiðis hørð. Tá avtornaði gjørdist Torkil Nielsen nr. 2 við 4½ stigi og Hans Kristian Simonsen nr. 3 við 4 stigum.
Kappingina um styrkisvirðislønir vunnu Margar Berg, Gutti Petersen og Arnhold Jacobsen. Heiðurin fyri vakrasta talv í kappingini fall til Torkil Nielsen, tá hann í 3 umfari vann við sera undirhaldandi telving á Finnbirni Vang.